Tíðindi

Skúlastjóri í Tofta skúla settur

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóra í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna.

07.12.2017

Durita Jakobsen er 45 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2002, AKT-útbúgving í 2004 og útbúgving sum cand.pæd.pæd.psyk. í 2013. Eisini hevur Durita grundskeið í leiðslu, er náms- og sálarfrøðiligur ráðgevi í Tofta og Runavíkar skúla og hevur ávísar fyrisitingar- og leiðsluroyndir við atliti at trivnaðararbeiði.

Durita Jakobsen hevur drúgvar undirvísingarligar royndir og hevur m.a. skipað AKT- og SSP-arbeiðið í Tofta skúla.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.