Tíðindi

Skúlaleiðarfelag Føroya á einum vegamóti

Um góða sambandið, sum hóast alt er millum Føroya Lærarafelag og Skúlaleiðarafelag Føroya, skal halda fram, má okkurt munagott spyrjast burturúr. Soleiðis sigur Skúlaleiðarafelag Føroya í skrivi

14.01.2019

Skúlaleiðarafelag Føroya varð stovnað í 1987. Ein av orsøkunum var, at skúlaleiðslur tá mettu, at starvsviðurskiftini hjá leiðslunum vóru so nógv øðrvísi enn tey hjá vanligum lærarum, at neyðugt var at varpa ljós á umstøðurnar hjá leiðslunum í fólkaskúlanum.

Í hesum lá eisini ein ásannan av, at leiðsluviðurskiftini kanska ikki vóru nóg væl røkt av Føroya Lærarafelag, sum tá eins og nú, var fakfelagið hjá leiðslunum.

Nú gott 30 ár seinni er ikki so nógv broytt.

Framvegis, og kanska meir enn fyrr, eru skúlaleiðslur í iva, um Føroya Lærarafelag megnar nóg væl at røkja áhugamálini hjá leiðslunum í fólkaskúlanum.

Enn stendur í viðtøkunum hjá Skúlaleiðarafelg Føroya, at liminir skulu vera limir í Føroya Lærarafelag.

Í hesum liggur, at tað er Føroya Lærarafelag, sum eigur at røkja áhugamálini hjá skúlaleiðarum, eins væl sum áhugamálini hjá lærarum.

Á fleiri økjum verður hetta eisini gjørt, eitt nú viðvíkjandi eftirløn, trygging o.l.

Føroya Lærarafelag hevur samráðingarrættin mótvegis myndugleikunum bæði viðvíkjandi løn, sáttmálaviðurskiftum, arbeiðstíð o.ø.

Tað er m.a. á hesum økjum, at seráhugamálini hjá skúlaleiðslunum ikki altíð eru tey somu sum tey hjá Føroya Lærarafelag.

Løn

Tá ið um løn ræður, fylgja skúlaleiðslurnar ikki somu lønargongd sum lærarar annars. Lønin er í stóran mun knýtt at skúlastødd. Lønarstigini eru bert eitt ella tvey.

Skúlaleiðarafelag Føroya er av teirri fatan, at tað skuldi verið so sera sjálvsagt, at tað at leiða ein skúla verður lønt við eini løn, ið samsvarar við ta ábyrgd og arbeiðsbyrðu, sum er knýtt at leiðsluarbeiðinum.

Soleiðis er tíverri ikki í mongum skúlum. Her skulu nevnast nøkur dømi har samanborið verður við endalønina hjá lærara í fullum starvi.

Lærari á endaløn

Lønarflokkur 29.2:                                                                             34.749,26 kr.

Fyrstilærari á byrjanarløn 0-39 næmingar

Lønarflokkur 31.2:                                                                              35.899,78 kr.

Munurin á hesum lønum er 1150,52 kr. um mánaðin, sum svarar til uml. 38 kr. um dagin. Eftir okkara tykki er hetta púra burturvið og er dømi um, at lønarviðurskiftini fyri hesar og líknandi leiðslur ikki eru nóg væl røkt.

Skúlaleiðarafelag Føroya er av teirri fatan, at tað er einki annað enn rímiligt, at Føroya Lærarafelag nú í álvara fer at arbeiða við at fáa broytt hesi viðurskifti. Ein lønarmunur á 38 kr. um dagin kann als ikki góðtakast.

Vit skulu upp til fyrstilærarar í skúlum, sum hava 70 – 99 næmingar og varaskúlastjórar í skúlum við 250 – 399 næmingum, áðrenn lønarmunurin gerst uml. 5000 kr. um mánaðin/167 kr. um dagin.

Hesin munur kundi hóskandi verið minsti munur millum lægst lønta leiðaran og lærara á endastigi.

Er tað rætt av Mentamálaráðnum/Fíggjarmálaráðum at virðismeta sínar leiðarar so lágt? Hevur Føroya Lærarafelag strongt nóg nógv á fyri at fáa hetta broytt?

Ávirkan á egin viðurskifti

Skúlaleiðarafelag Føroya hevur heitt á Føroya Lærarafelag um at geva felagnum størri rúmd og ávirkan nú aftur verið farið til samráðingar um ikki so langa tíð.

Fundir eru avtalaðir millum feløgini hesum viðvíkjandi.

Um góða sambandið, sum hóast alt er millum Føroya Lærarafelag og Skúlaleiðarafelag Føroya, skal halda fram, má okkurt munagott spyrjast burturúr.

Sama rætt

Annað mál, ið elvir til “interessukonfliktir”, er tá ið ósemja tekur seg upp millum skúlaleiðslu og lærara/ar.

Í slíkum støðum verjir Føroya Lærarafelag altíð læraran, meðan skúlaleiðslan higartil ikki hevur fingið somu hjálp frá fakfelagi sínum.

Hóast tað kann tykjast trupult, má ein loysn finnast. Allir limir í Føroya Lærarafelag eiga sama rætt til hjálp frá felagnum.

Í málum, tá ið mótparturin ikki er lærari, veitir Føroya Lærarafelag skúlaleiðslunum dyggan stuðul og ráðgeving.

Skúlaleiðarafelag Føroya ynskir gott samstarv við Føroya Lærarafelag.

Tom Joensen er skrivari í Skúlaleiðarafelag Føroya


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.