Tíðindi

Skúlaleikir – í fyrsta umfari fyri 4. og 5. flokk

Felagsskapur og rørslugleði fyri øll. Tað er slagorðið fyri nýggja átakið, Skúlaleikir, ið fer av bakkastokki eftir summarsteðgin

14.07.2021

Grundarlagið undir Skúlaleikum er kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum, ið staðfestir, at bara 15% av føroyskum børnum røra seg nóg mikið. Heili 85% eiga at røra seg meiri. At broyta hesi tøl krevur, at nógv taka tøk og arbeiða saman, sigur Katrin Dam á Neystabø, sum samskipar Skúlaleikir. Hon vísir á, at flestu børn røra seg eitt sindur í óskipaðum spæli. Tey klatra, hoppa í trappum og gera ymsar aðrar grundleggjandi spælandi rørslur, ið svara til teirra menningarstig.

- Ætlanin við skúlaleikum er at fáa hesar spælandi rørslurnar inn í skúlan ígjøgnum nakrar ávísar ítróttagreinar, sum eru tillagaðar til skúlanæmingar. Kravið er, at tað skal vera stuttligt, at tað eggjar til rørslu, og at øll skulu kunna vera við.

Komandi skúlaár verður byrjað við 4. og 5. flokki. 4. floks næmingar fara at royna seg í frælsum ítrótti og flogbólti, og í 5. flokki verður tað innirógving og badminton. Í báðum førum verður dentur lagdur á spæl og felagsskap.

Tað fyrsta, sum fer í gongd, er tó, at ítróttalærarar, sum hava hug at vera við í Skúlaleikum, melda seg og sínar flokkar til.

Eftir summarferiuna fer Nám at skipa fyri skeiðum saman við sersambondunum í ávikavist frælsum ítrótti, flogbólti, rógving og badminton.

- Á innleiðsluskeiðunum læra tey at undirvísa í ymsu ítróttagreinunum. Vit vita, at hóast ítróttalærarar hava hug at royna nýggjar ítróttagreinar í undirvísingini, so halda fleiri seg aftur, tí tey ikki hava royndir við at tillaga ítróttagreinina til næmingar. Men við hesum innleiðsluskeiðunum verða tey latin í til ítróttatímarnar, sigur Katrin.

Síðani byrjar undirvísingin á skúlunum, og har skulu næmingarnir hava fýra undirvísingarblokkar í hvørjari ítróttagrein. Tað vil siga, at 4. flokkur fær fýra blokkar við frælsum ítrótti og fýra blokkar við flogbólti, meðan 5. flokkur fær fýra blokkar við inniróðri og fýra blokkar við badminton.

Hon leggur dent á, at Parasport Føroyar eisini er við allan vegin fyri at tillaga venjingarnar og tryggja, at øll fáa verið við, eisini tey við kropsligum avmarkingum.

Skúlaleikir eru skipaðir soleiðis, at landið er býtt upp í tvey. Helvtin av landinum arbeiðir við ávísu ítróttagreinunum frá september til desember 2021, og hin helvtin frá januar til apríl 2022.

Tá skúlarnir eru komnir ígjøgnum hesar 2x4 vikurnar við ítróttagreinunum, verða stevnur skipaðar, har ymsu flokkarnar sleppa at dystast.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.