Tíðindi

Skúlabókavarðaútbúgvingin ovast á listanum

- At raðfesta skúlabókavarðaútbúgvingina fremst er eitt trygt og skilagott val, og eg miði ímóti, at vit kunnu seta hana í verk í ár, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúlamálum.

06.05.2019

Seinast, skúlabókavørðir og kt-vørðir vórðu útbúnir, var fyri 15 árum síðan. Hetta tíðarskeiðið hevur menningin á báðum økjum verið øgilig, frá at frálæran í skúlanum tók støði í bókum, til at kunning og talgilt frálærutilfar floymir yvir á netinum. Tað krevur stóran kunnleika at navigera, og hvørki skúlabókavørðir ella kt-vørðir eru ílatnir til avbjóðingarnar. Skúlar og kommunur í Føroyum hava hvør í sínum lagi gjørt stórar íløgur á kt-økinum; men meðan onnur lond hava sett stórar virkisætlanir á dagsskrá, sum skulu flyta samfelagið fram á talgildari leið, vita vit ikki um, at nøkur visjón er orðað í Mentamálaráðnum, tá ið talan er um kt í fólkaskúlanum. Í februar tók Hanna Jensen við sum landsstýriskvinna í skúlamálum. Hon ásannar, at tað verður neyðugt at styrkja skúlabókasavnsøkið og kt-økið umframt lærugreinina náttúra og tøkni.

- Eg havi í hyggju at raðfesta skúlabókavarðaútbúgvingina fyrst. Í umsitingini eru vit farin undir at kanna, hvat vit kunnu gera, um tað ber til at seta útbúgvingina á stovn skjótt, hvussu vit fíggja hana og so framvegis, men enn er so stutt fráliðið, síðan vit settu hol á hetta arbeiðið, so vit eru ikki komin á mál, sigur hon.

At raðfesta skúlabókasavnsøkið samvirkar væl við tað, ið Hanna Jensen hevur lagt stóran dent á í sínum politiska lívi, og sum hon annars arbeiðir við.

- Kanningin av lesivanum hjá fólkaskúlanæmingum vísir, at børn í Føroyum lesa alt ov lítið, annaðhvørt tí at tey ikki hava nóg stóra vitan, um tað, sum tey kunnu lesa, ella tí at tey ikki hava nóg mikið av tilfari at velja ímillum; helst eru aðrar orsøkir eisini. Í uppritinum um átøk í kjalarvørrinum á lesivanakanningini verður skúlabókasavnsøkið nevnt sum eitt øki at raðfesta, sigur Hanna Jensen.

Orsøkin til at skúlabókavarðaútbúgvingin verður raðfest fram um kt-varðaútbúgvingina, kemst av, at tvístøðan um uppgávu- og ábyrgdarbýtið á kt-økinum í fólkaskúlanum framvegis ikki er loyst. Eins og undanfarna landsstýriskvinna vísir eisini Hanna Jensen á, at vit koma ikki uttan um, at kommunurnar eiga ein leiklut, tá ið talan er um at fíggja hetta økið.

- Kommunurnar raðfesta á ymiskan hátt innan kt-økið í skúlunum. Tað er eisini ymiskt, hvussu tær loysa avbjóðingarnar; samstundis hava vit í nógv ár verið eftirbátur, tí vit ikki hava útbúgvið kt-vørðir. Her er eitt ósamsvar. Hvørki land ella kommunur vita, hvussu vit skulu nøkta tørvin á kt-økinum, m.a. tí at land og kommunur ikki kunnu semjast um, hvør ger hvat, og hvør rindar hvat.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2019

Mynd: Ólavur Frederiksen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.