Tíðindi

Skúlabókasavnið eigur at verða raðfest hægri

Eitt er at hava eitt gott og fjølbroytt úrval av bókum, men tað hevur minst líka stóran týdning at hava ein bókavørð, sum vegleiðir næmingarnar á staðnum.

15.10.2018

Kanningin av lesivanunum hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokki staðfestir, at sunn lesimentan hongur neyvt saman við, hvussu eldhugaður lærarin er, tá ið talan er um at lesa, og hvussu stóran leiklut bókasavnið á staðnum hevur. Samstundis er tað ein sannroynd, at skúlabókasøvnini eru ógvuliga ymiskt fyri, tá ið talan er um tímar til bókasavnið.

- Tað er ikki rímiligt, at nakrir næmingar skulu hava so nógv verri umstøður, samanborið við næmingar á skúlum, sum hevur eitt gott bókasavn við bókavørði; hetta átti at verið eitt øki, sum verður skipað soleiðis, at allir skúlar eru eins fyri. Eitt er at hava eitt gott og fjølbroytt úrval av bókum, men tað hevur minst líka stóran týdning at hava ein bókavørð, sum vegleiðir næmingarnar á staðnum. Eg veit, at tað er ikki lætt at fáa eina skipan í lag, har skúlarnir eru á jøvnum føti, tá ið talan er um bókaúrval og útbúnan skúlabókavørð, tí eisini á stóru skúlarnir er misjavnt, um tú hevur útbúgvið fólk á bókasøvnunum. Skúlabókasavnsøkið er avgjørt eitt øki, sum eigur at fáa nógv størri raðfesting enn tað fær, sigur Janus Vang, nevndarlimur í Heimi & skúla.

Skúlastøddin er avgerandi fyri, hvussu høgt skúlabókasavnið verður raðfest, og hvussu nógvar tímar um vikuna bókasavnið er mannað við bókavørði. Felagið hjá skúlabókavørðunum hevur áhaldandi víst á, at skipanin er ikki nøktandi; skúlabókavørðirnir hava alt ov fáar tímar til sínar uppgávur; arbeiðsuppgávurnar eru bara øktar síðstu árini, uttan at meiri tíð er sett av til uppgávurnar, og kunngerð og arbeiðslýsing eru ikki dagførdar. Tað eru serliga skúlar, sum hava upp til 2-300 næmingar, ið eru illa fyri, tá ið talan er um bókasavnstímar; og í Føroyum eru hesir nógvir í tali. Bókasavnstímar verða roknaðir eftir einum frymli, sum er næmingatalið minus 20 næmingar faldað við einum býtistali.

Kanningin av lesivanum vísir, at stórur munur er á, hvussu nógv børnini læna bøkur á bókasavninum. Tá ið hugt verður at flokkunum, sæst, at næmingarnir í 4. og 6. læna nokkso nógv, meðan tey í 9. flokki læna nógv minni. Í teimum báðum yngru flokkunum liggur talið um 50%, meðan tað í 9. er bara 9 %. Um bókasavnsvitjanirnar verða samanbornar við, hvussu ofta tey lesa, sæst – og tað er eisini væntandi – at tey, sum lesa nógv, eru títtari gestir á bókasøvnunum, munurin er 55% og 25%. Í flokkunum, sum hava eina sunna lesimentan, eru tað 28 % av børnunum, sum læna bøkur á bókasavninum næstan hvønn dag ella fleiri ferðir um vikuna, samanborið við 9 % í flokkunum, sum hava eina ósunna lesimentan.

Les samrøðu við Janus Vang í Skúlablað nr 5, 2018.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.