Tíðindi

Skúlaavrik avgerandi fyri sálarheilsuna

– Hava børn eina kenslu av at klára seg væl fakliga í skúlanum, hevur tað góða ávirkan á sálarheilsuna, sigur granskari.

06.09.2018

Granskarar við Nasjonalt utviklingssenter for barn og unge (NUBU) í Noregi hava kannað sambandið millum sálarheilsu og skúlaavrik hjá 4458 børnum í Noregi í einum trý ára tíðarskeiði; børn, sum hava annan etniskan uppruna enn norskan, tóku eisini lut í kanningini. Úrslitini av kanningini eru nýliga almannakunngjørd í Scandinavian Journal of Psychology. Tey vísa, at børn, sum kláraðu seg væl fakliga í skúlanum, vóru í minni vanda fyri at fáa eitthvørt slag av sálarligum avbjóðingum. Góð avrik í barnaskúlanum kunnu tí hava positiva ávirkan á sálarheilsuna, meðan børnini vaksa til.

Serap Keles arbeiðir á NUBU og er ein teirra, ið hevur staðið fyri kanningini. Hon vísir á, at skalt tú hjálpa børnum, sum hava sálarligar avbjóðingar, er tað umráðandi at hjálpa teimum við tí fakliga í skúlanum.

– Hava børn kensluna av at klára seg væl fakliga í skúlanum, kann henda kenslan hava positiva ávirkan á sálarheilsuna, sigur Keles.

Kanningin vísir, at eyðkenni um sálarligar avbjóðingar hjá børnum broyttust lítið við tíðini. Hetta var galdandi bæði fyri norsk børn og børn við øðrum etniskum uppruna enn norskum. Tað vil siga, at í miðal var sálarliga heilsan hjá børnum óbroytt; hjá summum gjørdist støðan tó.

Børn hjá foreldrum, sum eru flutt til landið, kláraðu seg at byrja við verri í skúlanum, samanborið við norsk børn, men so við og við minkaði hesin munurin; samstundis gjørdust eyðkennini hjá børnunum, sum stríddust við sálarligar avbjóðingar, færri.

Úrslitini stuðla undir onnur úrslit, sum vísa, at samband er millum sálarligar avbjóðingar og skúlaavrik, men tey vísa fyrst og fremst, at klárar tú teg illa fyrstu skúlaárini, kann tað føra til sálarliga avbjóðingar seinni.

Granskararnir útleiða tí, at fyribyrgjandi arbeiðið í skúlanum eigur at leggja dent á sálarsosial viðurskifti og fakligar førleikar fyri yvirhøvur at muna. Tí eigur samstarv at vera millum lærarar og sálarfrøðingar.

– Tað er umráðandi so tíðliga sum til ber at gera greitt, hvørji børn eru í vanda fyri at klára seg illa fakliga, fyri at kunna veita teimum eyka hjálp, soleiðis at tey kunnu klára seg væl í skúlanum, sigur Keles.

– Við at bjóða fyribyrgjandi stuðul, sum byggir á fakligheit og samstundis er fjølbroyttur og næmingalagaður, kunnu vit stuðla undir eini góðari sálarsosialari menning og betran av skúlaførleikunum, sigur Keles.

Granskararnir vísa á, at tørvur er á fleiri kanningum fyri at fáa størri vitan um, hvat tað er, sum hevur ávirkan á menningina hjá børnum yvir tíð – og serliga kompleksitetin, sum vísir seg hjá teimum, sum hava aðra etniska bakgrund. Keles undirstrikar, at børn við aðrari etniskari bakgrund ikki eru ein homogenur bólkur, men eru eins ymisk og onnur børn, tá ið talan er um mentan og onnur týðandi viðurskifti.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.