Tíðindi

Skeið fyri lærarum, sum undirvísa tilflytarum

Í næstum byrjar ein røð av skeiðum á Námi fyri lærarum, sum ætla at undirvísa tilflytaranæmingum í føroyskum sum annaðmál.

25. august 2020

Fyrsta skeiðið verður 3. og 4. september, og tað er eitt innleiðsluskeið um CEFR- undirvísingarskipanina.

CEFR merkir Common European Framework of references for Languages (CEFR) og er ein felags evropeisk skipan, sum verður brúkt til at meta um málføri, avrik og úrslit hjá einum borgara, oftast einum tilflytara, sum skal læra eitt heilt nýtt mál sum annaðmál. 

Skeiðsluttakarar eru tey, sum undirvísa í fólkaskúla, kvøldskúla, miðnámi og aðrastaðni.  Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur skipað eina verkætlan at menna undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, og skeiðini á Námi eru ein liður í hesari verkætlan. Verkætlanarleiðari er Helena Dam á Neystabø.

- Á skeiðnum verður greitt frá CEFR-undirvísingarháttinum, innihaldi og mannagongdum, hvussu tú testar næmingar, soleiðis at teir verða skipaðir inn á røttu útbúgvingnina, og hvussu undirvísingin kann vera so næmingalagað sum møguligt. Tað verður eisini greitt frá um annaðmálsnámsfrøði, og hvussu útbúgvingarnar í føroyskum sum annaðmál verða skipaðar, og hvat tær kunnu brúkast til, eitt nú at meta um, nær næmingar hava nóg góðar førleikar at fara víðari í útbúgvingarskipan okkara, í læru ella á røttu yrkisleiðina, sigur Helena Dam á Neystabø.

Skeiðshaldarar verða tvey fólk við drúgvum royndum á økinum. Onnur er Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen. Hon hevur nógvar royndir at undirvísa fremmandmæltum dønum. Afturat henni verður Asbjørn Nybo, sum starvast í Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI) við útbúgving og eftirútbúgving av lærarum, sum undirvísa tilflytarum í øðrum máli.

Tilfar og uppgávur eru gjørt til skeiðið eins og test-tilfar, sum tey, ið taka lut á skeiðnum sleppa at royna.

Afturat hesum skeiði verður í døgunum  7. og 8. september skeið fyri teimum, sum ætla at arbeiða sum visitatorar, og sum hava tørv á serligum førleikum og venjingum at tryggja, at tilflytarin verður skipaður inn á ta røttu útbúgvingina í føroyskum sum annaðmál.

- Tað er umráðandi at hava nøkur starvsfólk og lærarar, sum duga handverkið at visitera næmingar, tá ið til dømis ein skúli, kommuna ella øki ætlar at skipa ein flokk fyri tilflytaranæmingum. Tað er ómotiverandi hjá tilflytarum at fara á skeið í føroyskum, um tey ikki stigvíst mennast og gera framstig og kunnu byggja á tað, tey longu hava lært frammanundan. Við at visitera ber betur til at skipa næmingalagaða undirvísing.

Tann 14. septeber verður verkstova í undirvísingartilfarinum, sum Nám letur gera í løtuni til tilflytaranæmingar. Tað eru Maria Heradóttir, ritstjóri, og Turid Thomsen, lærari, sum gera tilfarið, og sum eru skeiðshaldarar. Endamálið við hesari verkstovuni er at skipa fyri, at lærarar kunnu royna og verða kunnað um undirvísingartilfarið, sum er í gerð. Dentur verður lagdur á, hvussu undivísingin kann verða løgd rættis, og hvussu vit byggja víðari.

Tann 23.-24. november verður aftur skeið; hetta skeiðið tekur støði í at undirvísa tilflytarum í føroyskum samfelagsviðurskiftum og mentan. 

Nógv hava teknað seg til skeiðini í september. Tó er pláss framvegis er á verkstovuni og á skeiðnum í november.

Komandi ár er ætlanin at seta á stovn útbúgving fyri lærarum í fólkaskúla og miðnámi, ið undirvísa tilflytaranæmingum. Tað verður Fróðskaparsetrið, ið skipar útbúgvingina. Høvuðsevnið í teirri útbúgvingini verður annaðmálsnámsfrøði.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.