Tíðindi

Skal lærarin í lívfrøði, landafrøði og søgu renna skjótari?

Hesar lærugreinirnar hava bara tveir tímar. Um farið verður niður á 1 tíma um vikuna, er tíðin helvtina minni at náa pensum. Skulu tey krøvini broytast ella hvussu? Tað kann ikki vera ætlanin, at lærarin bara skal renna skjótari. Ella hvat? Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

22. juli 2019

Í fjør heyst var aðalorðaskifti um fólkaskúlan. Ikki hoyrdist so nógv um hetta kjakið í miðlunum, og hetta komst kanska av, at tað var heldur tamt. Í frágreiðingini, sum var gjørd til sjálvt aðalorðaskiftið, stóð annars nógv áhugavert, men onkursvegna kom ongantíð gongd á sjálvt kjakið. Á lærarastovunum kring landið bleiv tó tosað um nógv viðurskifti skúlanum viðvíkjandi, og tosið um vikutímatalið hjá næmingunum fylti nokk so nógv.

Síðstu árini eru fleiri tímar komnir afturat á tímatalvuna í so at siga øllum flokkum. Byrjanardeildin hevur fleiri tímar í t.d. føroyskum og støddfrøði, í miðdeildini bleiv enskt flutt niður í 4. flokk fyri nøkrum árum síðani, og í framhaldsdeildini er komin ein tími afturat í alisfrøði/evnafrøði og harafturat nýggja lærugreinin samfelagsfrøði, sum er tveir tímar um vikuna í 8. flokki og 9. flokki.

Lærarar eru ymiskir á máli, tá ið tað snýr seg um hesi viðurskifti. Summir halda, at næmingarnir hava alt ov nógvar tímar, og at skavast má burturav onkrastaðni, og aðrir halda, at skipanin, ið vit hava, er góð. T.d. bleiv sagt, at næmingarnir hava alt ov nógvar tímar í føroyskum í byrjanardeildini, men hinvegin vóru eisini fleiri, sum hildu, at tað var gott at hava hesar tímarnar.

Ringt er at taka dagar ímillum, hvat er rætt, og hvat er skeivt, men í øllum førum var eitt úrslit av hesum kjakinum, at onkrar lógarbroytingar blivu gjørdar í fólkaskúlalógini. Ein smávegis broyting er, at lærugreinin “Tónleikur” nú eitur “Sangur og Tónleikur”, ein onnur er, at morgunsangur, sum til allar tíðir hevur verið ein sjálvfylgja, nú er lógarkravdur, og so ein triðja broyting, sum er nokk so áhugaverd, har skúlarnir kunnu taka tveir tímar av ávísum lærugreinum og brúka tímarnar til ymiskt annað virksemi í skúlanum.

Í øllum flokkum kunnu 2 tímar takast av undirvísingartímatalinum hjá næmingunum. Reglur eru gjørdar fyri, hvar hesir báðir tímarnir kunnu takast. Tað er ikki somu lærugreinar í øllum flokkum, men felags er, at tímar skulu ikki takast av í føroyskum. Tímarnir, sum verða tiknir av onkrari lærugrein, skulu brúkast til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinir innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við fleiri læraratímum.

Í øllum førum er tað gott, at tímarnir, sum verða tiknir av onkrastaðni, verða verandi í skipanini, men hetta gevur okkum ymiskt at hugsa um. Hvussu við t.d. lærugreinum sum lívfrøði, landafrøði og søgu, sum frammanundan bara hava 2 tímar? Um farið verður niður á 1 tíma um vikuna, er tíðin helvtina minni at náa pensum. Skulu tey krøvini broytast ella hvussu? Tað kann ikki vera ætlanin, at lærarin bara skal renna skjótari. Ella hvat?


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.