Tíðindi

Skúlin við Streymin vígdur

Í dag er hátíðarhald í Sunda kommunu, tí nýggi Skúlin við Streymin er vígdur.

15. oktober 2020

Tað var Jógvan Fríðriksson, bispur, sum vígdi Skúlan við Streymin.

Tað var í 2016, at tað var farið undir størstu byggiverkætlanina í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, ið nú rúmar øllum næmingum frá 1.-10 flokk, er bygdur saman við verandi skúla. Skúladepilin ein arkitektonisk perla í Sundalagnum. Hann hevur kostað um 100 milliónir krónur at byggja. Ein millión krónur eru settar av at listprýða skúlan, og ta uppgávuna hevur Astri Luihn, listakvinna, fingið.

Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk.

Í skúlanum ganga um 230 næmingar og áleið 30 starvsfólk arbeiða har.

Sunnudagin ber til hjá almenningin at síggja skúlin. Áhugað skulu tekna seg her: https://sunda.atgongumerki.fo/webshop/masterevent/1164775/event/list


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.