Leys størv

Skúlin í Eysturkommunu søkir eftir lærara

Skúlin í Eysturkommunu søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 7. januar til 27. juni 2019. Talan er um fulltíðarstarv.

Søkt verður eftir lærara, sum

hevur førleika at undirvísa í føroyskum, støddfrøði og ítrótti/svimjing
undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
dugir at samstarva og er fyrikomandi.
er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

Vit vænta, at tú ert

fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur.
virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
vilt vera við til at menna eftirmetingar.
í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan.

Førleikakrøv

Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum. Royndir í føroyska fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til sey@skulin.fo. Umsóknarfreistin er 9. desember, kl. 18.00.

Áhugað kunnu venda sær til varaskúlastjóran, Atla F. Johansen, telefon 730070.

Skúlin í Eysturkommunu

Samognarbøur 4

520 Leirvík

tlf. 730060

Við Gjónna 4

510 Gøtu

tlf. 730070


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.