Tíðindi/Greinar

9. august 2018

Skúli í menning

Felags fyri skúlarnar, sum kláraðu seg væl, var, at starvsfólkið hevði eina felags fatan av arbeiðsstrukuri, normum og mentan. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Ulf Blossing hevur verið við í gransking innan svensku skúlaskipanina. Frá hesi granskingini kom bóklingurin: ”Att organisera for skolfremgång”.

Tað var ein ómetaliga áhugaverdur Blossing, sum eftir tógvið stríð kom á summarskeiðið hjá NLS. Hann greiddi frá, hvussu tey høvdu valt at granska innan skúlar við framgongd í Svøríki. Tað eru altíð nógv atlit at taka, tá gransking fer fram. Her høvdu tey valt at hyggja at, hvørjar umstøður vóru galdandi í 4 av teimum skúlunum, sum høvdu havt framgongd frá 1998 til 2011, og hvørjar umstøður vóru í 4 av teimum skúlunum, sum høvdu havt størst afturgongd í sama tíðarskeiði. Við øðrum orðum hava tey hugt at teimum skúlunum, sum hava klárað seg best, og teimum, sum hava klárað seg ringast.

Felags fyri skúlarnar, sum kláraðu seg væl, var, at starvsfólkið hevði eina felags fatan av arbeiðsstrukuri, normum og mentan. Lærarar høvdu eina felags kenslu av skúlanum, og hetta gjørdi, at lærarar tóku felags ábyrgd av næmingunum, undirvísingini og læringini, sum skuldi fara fram.

Á skúlunum, sum kláraðu seg illa, arbeiddu lærararnir eftir egnari sannføring. Tað var ikki felags reglur og mentan á skúlanum. Hvør lærari gjørdi sítt, og hvørki í lærugreinunum ella flokkum vóru málini felags.

Ulf Blossing vísti eisini á, at tað er trupult at broyta skúlamentanir, sjálvt um man veit, at tær ikki eru góðar, tí normar, reglar og sannføringar eru truplar at broyta.  Um vit ynskja ein góðan skúla, so er tað umráðandi, at vit hava kensluna av felags ábyrgd, eisini av teimum næmingunum, vit ikki varða av. Á teimum skúlunum, sum kláraðu seg væl, vóru nýggju lærararnir undirvístir í, hvussu arbeiðið fór fram á skúlanum. Málini og virðini á skúlanum vóru týðilig, og tað vóru fólk á staðnum, sum allatíðina vísti á, hvussu vit arbeiða, og hvat arbeiða vit fram ímóti.

Tað er ilt at siga, hvussu stendur til í føroysku skúlunum, men tað hevur verið siðvenja í Føroyum, at hvør passar sítt, og vit blanda okkum ikki í arbeiðið hjá okkara starvsfelaga.

Ynskja vit at betra um skúlaskapin í Føroyum, so kundi hetta verið vert at hugt nærri at, og soleiðis fingið íblástur til tað arbeiðið, sum skal til fyri at betra um skúlan.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan