Tíðindi/Greinar

3. august 2017

Skúlaleiðsla krevur førleikar og tíð

Nú leiðslurnar hava høvi at menna sínar námsfrøðiligu leiðsluførleikar, haldi eg, at tað eisini er hóskandi at hyggja at tíðini, ið leiðslur hava at útinna leiðsluarbeiði í skúlunum. Jacob Eli S. Olsen, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Evsta ábyrgd í skúlanum liggur hjá skúlastjóranum, og hann hevur nógvar og ymiskar uppgávur. Skúlastjórin má samskifta á nógvum mótum, har eru t.d. lærarar, næmingar, foreldur, kommunu, Mentamálaráð, Sernám og miðlar. Ábyrgdarøkið hjá stjóranum fevnur eisini vítt. Um tað snýr seg um trivnaðin hjá einum næmingi, undirvísingina í eini lærugrein, støðuna hjá einum lærara, virksemið í skúlaráðnum, reingerðina í skúlanum, trygdina í skúlanum og mangt annað, so peika ábyrgdarpílarnir sama veg, bein á skúlastjóran. At standa við hesi ábyrgd og lyfta allar hesar uppgávurnar krevur bæði persónligar førleikar, hollar fakligar førleikar og tíð at røkja leiðslustarvið.

Mentamálaráðharrin setti sær sum mál at styrkja námsfrøðiligu leiðsluna í fólkaskúlanum. Og nú síggja vit eitt úrslit av hesi ætlan. Í august byrjar nýggja skúlastjóraútbúgvingin á diplomleiðarastøði, sum Mentamálaráðið skipar fyri í samstarvi við Setrið. Útbúgvingin telur 60-ECTS og er sett saman av vísindaástøði, seks fakmodulum, trimum valmodulum og einari serritgerð. 30 fólk í leiðslustørvum í fólkaskúlanum og lærarar byrja á hesi útbúgvingin, ið er skipað sum hálvtíðarlestur í tvey ár. Eg haldi, at hetta er eitt skilagott átak, og eg rokni avgjørt við, at hetta fer at síggjast aftur í betri umstøðum hjá lærarunum at skipa góða og grundaða undirvísing. Tað er gott, tí at fremsta ávirkan á úrtøkuna hjá næmingunum í skúlanum er undirvísingin hjá einstaka læraranum. Og ein góður skúlaleiðari.

Nú leiðslurnar hava høvi at menna sínar námsfrøðiligu leiðsluførleikar, haldi eg, at tað eisini er hóskandi at hyggja at tíðini, ið leiðslur hava at útinna leiðsluarbeiði í skúlunum. Sum nú er fáa leiðslurnar leiðslutíð tillutaða eftir einum frymli. Hóskar hesin frymilin til ynskini um meira námsfrøðiliga leiðslu í skúlanum? Frymilin, sum nú er galdandi, er bygdur í trinum eftir næmingatalinum í skúlanum. Og har kunnu smáar broytingar í næmingatalinum hava stóran ávirkan á tíðina, ið er tillutað til leiðsluaarbeiði á skúlanum.

Sum dømi kann nevnast, at um ein skúli eitt ár hevur 200 næmingar, so fær skúlin 2067 árstímar til leiðslutíð. Um tað eru 199 næmingar í skúlanum næsta skúlaár, ella bara ein næmingur er minni, so fær hesin skúlin 1667 árstímar, ella 400 árstímar færri játtaðar frá Mentamálaráðnum til leiðsluarbeiði. Hetta haldi eg vera ein lækkan í leiðslutíð, ið als ikki stendur mát við broytingina í skúlanum. Tí at ein skúli, ið hevur sama tal av lærarum, flokkum, stuðlum og starvsfólkum krevur líka nógva leiðslutíð, sjálvt um næmingatalið broytist frá 200 til 199.

Lærarafelagið fegnast um átakið at útbúgva skúlaleiðarar í námsfrøðiligari leiðslu. Eg ynski luttakarunum góða eydnu við lestrinum. Mín vón er eisini, at vit í hesum sambandi, saman við Skúlaleiðarafelagnum og Mentamálaráðnum, kunnu fara undir arbeiðið at dagføra frymilin, ið útroknaðar leiðslutíðina.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan