Tíðindi

Skíggjar, skíggjar, skíggjar

Vit hava nógvar góðar og evnaríkar telduvørðir í skúlunum, men fleiri av teimum hava onga útbúgving. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags

5. desember 2019

So vóru teir aftur á breddanum, skíggjarnir. Vit vita øll, at teir eru ein avbjóðing. Vit royna øll okkara besta at finna runt í frumskóginum, ið eitur “millum rætt og skeivt”.

Sendingin, ið var sýnd í sjónvarpinum, var fín, hon royndi at seta sjóneykuna á, í hvønn mun tøknin verður nýtt. Tað er sera ymiskt, hvussu skúlar eru fyri á tekniska økinum. Í sendingini var ein skúli, ið hevði nógv tól, men so er ikki á øllum skúlum. Tað er ymiskt, hvussu kommunur raðfesta.

Tað, sum eg serliga legði merki til, var, at sum eitt lítið ískoyti í endanum av sendingini stóð sum tekstur, at tað eru 17 ár síðan, at nøkur telduvarðaútbúgving hevur verið. Eg hevði viljað, at hetta var ein partur av sendingini. Vit hava nógvar góðar og evnaríkar telduvørðir í skúlunum, men fleiri av teimum hava onga útbúgving, men hava í staðin ein brennandi áhuga fyri hesum økinum. Aðrir hava eina útbúgving, men hon er 17 ára gomul. KT-varðafelagið hevur saman við Føroya Lærarafelag mangan víst á hetta; tað hevur eisini verið lige ved og næsten, men av eini ella aðrari orsøk, so er tað dottið niðurfyri.

Henda sendingin vísir enn einaferð á týdningin, ið skúlin hevur, at læra næmingarnar at brúka tøknina sum eitt amboð. Tað er ikki uppgáva skúlans at minka um tøkni í undirvísingini, tí næmingarnir brúka skíggjan ov nógv í frítíðini.

Í dag liggur læran um kunningartøkni í øllum lærugreinum, hetta er eftir míni meting ein vansi. Fyrr hevði man teldulæru, oftast sum ein partur av p-fakunum. Eg veit um onkran skúla, har man er farin aftur til hesa skipan fyri at tryggja sær, at allir næmingar fáa undirvísing í grundleggjandi førleikum. Tað er ikki so, at alt var betri fyrr, tí so er ikki, men av og á er tað gott at líta afturá fyri at hyggja, um tað er nakað, ið kann brúkast, tó í nýggjum hami.

Telduvørðurin hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. Men hvussu skal hann passa henda leiklut, tá hann sjálvur ikki verður mentur?

Tað er spurningurin, ið vit mugu seta okkum. Nú mugu vit vera komin hartil, at vit ikki bert tosa um at útbúgva og endurútbúgva telduvørðir. Nú skal útbúgvingin setast á skrá.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.