Tíðindi

Sjálvandi IKKI vetrarfrí!

Føroya skúlabørn eiga at hava hásummarfrí. Eyðun á Borg, lærari, skrivar

23.10.2023

Landsstýrismaður hevur ætlanir um, at skúlarnir skulu hava eina fríviku í februar!? Tað eru neyvan skúlafólk, sum ætla at petta skúlaárið meira sundur.

Skúlarnir hava heystfrí nú. Tað er kærkomið (heystfjøll t.d.). Vetrarfrí (jólafrí) hava vit í desembur-januar. Várfrí (páskafrí) hava vit í mars-apríl.

At leggja eina fríviku myrku illveðurstíðina millum jóla og páska gevur onga meining. Ta tíðina vilja skúlarnir brúka sum eitt samanhangandi arbeiðstíðarskeið.

Stytta summarfrítíðina!?!: Onkur vil vera við, at landsstýrið ætlar at taka av summarfrítíðini fyri at fáa frí hasar myrku illveðursdagarnar. So galið kann tað neyvan vera. Hatta havi eg vónandi misskilt.

GÓÐ RÁÐ: Hesin gamli skúlamaðurin hevur hesi góðu ráð til landsstýrið og skúlamyndugleikarnar: Hugsið heldur um at leingja summarfrítíðina, sum flestøll onnur lond hava gjørt! Danmark er næstan einasta undantakið, og vit í Føroyum hava ofta lyndi til at gera (hugsa) eins og danir. Danmark hevur t.d. heimsmet í skúlatímatali.  

Latið okkum í fyrstu syftu t.d. leggja ein frídag aftrat jólafrítíðini, ein dag aftrat páskafrítíðini (handan týsdagin tók landsstýrið annars frá skúlunum fyri nøkrum árum síðani) og leggið so tríggjar dagar aftrat summarfrítíðini í juni (á hásumri). Seinni kunnu vit so leingja summarfrítíðina í juni, soleiðis at vit fara at minna meir um onnur lond kring okkum.

Er tað nakrastaðni í heiminum, skúlabørn eiga at hava frí ta ljósu hásummarstíðina í juni, so er tað í Føroyum við okkara sera serstaka veðurlagi.

SKÚLASUMMARFRÍTÍÐ Í ØÐRUM LONDUM: Í Svøríki hava tey summarfrí í 10 vikur, í Finnlandi 11 vikur (sera góð PISA-úrslit) og í Íslandi 12 vikur.

Suðuri í Evropa eru vikutølini hesi: 11 vikur í Spania, 12 vikur í Grikkalandi og 13 vikur í Italia.

E.S.: Áhugaverdar royndir, ið verða gjørdar í skúlanum heimi á Fløtum, har tey stytta skúladagin. Hatta man vera gongda leiðin. Skúladagarnir eru ov langir hjá skúlabørnunum, ikki bara hjá teimum eldru næmingunum, men 1. flokkur, t.d., hevur eisini ov nógvar tímar á tímatalvuni.

Í FØROYUM HAVA VIT OV HØGT SKÚLADAGATAL OG OV NÓGVAR TÍMAR Á TÍMATALVUNI!!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.