Tíðindi

Sjey leiðslustørv í fólkaskúlanum leys at søkja

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í fólkaskúlanum, so eru góðir møguleikar, tí komandi skúlaár skulu tríggir skúlar hava nýggjan skúlastjóra, ein nýggjan fyrstalærara og tríggir ávikavist einalærara og útoyggjalærara

05.05.2021

Størsti skúlin, sum skal hava nýggjan skúla, er Skúlin á Argjahamri. Har eru knapt 400 næmingar og knapt 40 starvsfólk. Sandoyar Meginskúli hevur knapt 100 næmingar og umleið 10 starvfólk, og Fuglafjarðar skúli hevur knapt 300 næmingar og 30 lærarar.

Hósvíkar skúli skal hava nýggjan fyrstalærara; har eru 10 næmingar og ein lærari umframt fyrstilærarin. Tíðaravmarkaðu størvini eru í Oyndarfjarðar skúla og Fámjins skúla sum einalærari, og útoyggjalærarastarvið er á Kirkju-Hattarvíkar skúla.

Freistirnar at søkja eru ymiskar frá starvi til starv.

Tú kanst lesa meiri um størvini her: https://undirvising.fo/news/104/leidslustorv-i-folkskulanum-komandi-skulaar-leys-at-sokja


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.