Tíðindi/Greinar

09-01-2023

Sjálvsagt eigur lærugreinabýtið at verða endurskoðað

At snikka eitt snøgt skjal til við vøkrum orðingum og vendingum, er tann lættari parturin. At fáa sett ætlanirnar í verk er tað stóra takið. Men uttan góðar ætlanir frá byrjan, eingi góð úrslit. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er, sum vera man, longu skrivað og tosað nógv um nýggja landsstýrið og tess samgonguskjal. Og lat meg vera tann fyrsti at siga, at tað, sum stendur um skúla, er bæði gott, hugvekjandi og broytingarsinnað. Spennandi lesnaður, ið avgjørt gevur vón um ein betri skúla og ikki minst betri og haldbarari arbeiðsumstøður komandi árini. Tó, vit skulu sjálvsagt ikki vera bláoygd og missa fótafestið. At snikka eitt snøgt skjal til við vøkrum orðingum og vendingum, er tann lættari parturin. At fáa sett ætlanirnar í verk er tað stóra takið. Men uttan góðar ætlanir frá byrjan, eingi góð úrslit. So hiðani avgjørt tummil upp.

So latið okkum geva tí nýggja stýrinum arbeiðsfrið. Føroya Lærarafelag vil so altíð vera ein konstruktivur viðspælari fyri at fáa sum mest og best burturúr.

Hvat stendur so í skjalinum. Jú, nógv gott og stak viðkomandi. Men í fleiri førum verður bundið um við varisligum og rundum orðingum. Nógv skal eitt nú endurskoðast, mennast ella raðfestast. Men hvussu hetta skal gerast, er trupult at fáa eyga á. Men tað er einki at siga til. Tær neyvu ætlanirnar skulu væl orðast nú og framyvir.

Umframt brotið um at raðfesta flokslæraraleiklutin, smærri flokkar og betri tvílæraraskipan, dámar mær væl orðingarnar um, at javnvág skal vera millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru. Eisini skal skúlin menna almenna dannilsið og kveikja skapandi hugin hjá næmingunum, verður sagt. Stórar og djarvar ætlanir, má sigast, men kann tað lata seg gera? Sjálvandi kann tað tað. Men tað krevur, at vit hugsa nýtt og øðrvísi. Og neyvt vita, hvat vit vilja og raðfesta hareftir. Men hvat eigur at verða broytt? Vit vita øll, at sum nú er fylla tey hugvísindaligu fakini alt ov nógv í mun til hini fakini. Í hádeild hava flestu næmingar 4 ymisk málfak. Føroyskt, dansk, enskt og týskt. Tað eru 21 tímar um vikuna. Hetta má broytast, so onnur fak sleppa meira til sín rætt. Ein broyting kundi verið, at danskt og enskt fóru niður á tríggjar tímar um vikuna, týskt tveir tímar um vikuna, men eisini var í 7. flokki. Kristni burtur í hádeildini. Eisini kunnu vit sláa samfelagsfrøði og søgu/samtíð saman til tríggjar tímar. Her eru longu einir 6-7 tímar, sum kunnu nýtast til eitt nú: tónleik, motorlæru, smíð, handarbeiði og list. Og meira landafrøði og søgu/samtíð. Hesi bæði seinastu fakini hava tað tíverri ikki serliga gott í dag, tí stjórar ofta taka annaðhvønn tíma av tímatalvuni til annað virksemi. Her eru bara tveir at taka av. Hetta má halda uppat, so almenna dannilsið mennist.

Bert nakrir tankar um broytingar, sum eru átrokandi. Men mugu sjálvsagt neyvt gjøgnumhugsast, arbeiðast og skipast, áðrenn nakað verður sett í verk.

Ymiskt annað áhugavert kundi verið nevnt úr samgonguskjalinum, men tað kann vera tikið upp eina aðru ferð.

Vit ynskja landstýrinum góðan byr og hepna hond.  

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan