Tíðindi

Siðvenja, mentan og rák

Vit sigla dagliga millum siðvanda undirvísing, og hvørji tilboð mentanin og samfelagið bjóðar okkum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari Føroya Lærarafelags

28. november 2019

Fyri at veita dygdargóða og spennandi undirvísing, so tykiskt tað sum um, at lærarar – umframt at vera fakliga væl fyri og hava gott samband við næmingar – mugu hava holla vitan og áhuga fyri, hvørji rák og mentanartilboð eru handan skúlans veggir.

Sjálvsagt, hugsar onkur møguliga, men hetta er í veruleikanum ein óendalig avbjóðing, sum vit støðugt eru í, samstundis sum vit skulu fáa flokkar og næmingar at samvirka sum einstaklingar og sum eina heild í mun til tað fakliga og trivnað.

Skúlin eigur at fylgja við samfelagsrákum, verður ofta tikið til. Og tað er sanniliga eisini spennandi at hava ein aktuellan leiklut sum lærari, har næmingar úr elstu árgangum og heilt niður í innskúlingina sleppa at arbeiða við áhugaverdum evnum. Eitt nú ST-heimsmálunum, løgtingsvali, fólkaræði, mannarættindum, vísindavøku, miðlum og sosialum miðlum fyri at nevna nøkur fá.

Nám hevur ein týðandi leiklut við sínum áhugaverdu temasíðum á www.snar.fo, sum allir lærarar kunnu nýta.

Leiðslur og lærarar skulu eisini á hvørjum ári taka støðu til, um flokkar skulu vera við í tiltøkum og tilboðum úr eitt nú framúr góða Listaleypinum. Á hvørjum ári eru ein ørgrynna av áhugaverdum tiltøkum og verkstovum, sum okkara børn sleppa at uppliva.

Somuleiðis er talv í skúlanum, First Lego League og Skúla-FM í íverksetan vorðið natúrligir liðir í fólkaskúlanum. Felags fyri øll hesi tilboð er, at tey ríka næmingar okkara við lærdómi og upplivingum. Somuleiðis er nógv hjáveiða, so sum tolsemi, virðing, gleði, samstarv og dirvi og hegni at leggja arbeiði og úrslit fram.

Hetta eru tøk, sum lærarar taka, fyrireika seg væl til og oftani arbeiða eyka hart fyri, at tey skulu eydnast. Hetta krevur nógv arbeiði og samskifti í flokstoymum, við næmingar og foreldur og við umboð fyri tiløkini, sum vit fáa bjóðað.

Tískil er skilagott, at floks- ella árgangstoymi sleppa at fyrireika slíkt virksemi í góðari tíð og undir góðum umstøðum. Arbeiðsvikan hjá lærarum í juni 2020, sum verður brúkt til ráðlegging og menning, er hent til júst hetta.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.