Tíðindi


Seturstokið aftur á ferð – hesaferð í skúlum í Havn

Fyri góðari viku síðan vóru lesandi á læraraútbúgvingini í Hoyvíkar skúla og Gula skúla og høvdu verkstovur í náttúru & tøkni, alis- & evnafrøði og føroyskum og royndu seg í 12 ymsum verkstovum.

4. november 2017

Hesar verkstovur eru partur av Seturstokið, sum er tiltak, sum byrjaði samstundis sum Fróðskaparsetrið fylti 50 ár. Partur av tiltakinum er, at starvsfólk og lesandi á Setrinum fara út á skúlar at hava verkstovur. Endamálið við hesum vitjanum er tvíbýtt: Hetta er bæði eitt tilboð til skúlar um ein øðrvísi skúladag, og hetta er eisini ein møguleiki hjá lesandi og starvsfólki at royna øðrvísi undirvísingarhættir.

Tiltøkini í Seturstokinum eru altíð skipað soleiðis, at næmingarnir skulu vera virknir og skulu royna seg við ymsum avbjóðingum. Í fyrstuni vóru flestu verkstovurnar innan náttúruvísindi, so sum at fáa ein bil at koyra so væl sum gjørligt, fáa eina rakett at flúgva langt ella at fáa eina vindmyllu at framleiða so nógvan streym sum gjørligt.

Royndir hava eisini verið gjørdar við meira tvørfakligum evnum, so sum verkstovur sum sameina tónleik, setningsbygnað og krystallbygnað, umframt at nýta talgilda tøkni saman við meira handaligum og kreativum virksemi.

Síðani Seturstokið byrjaði í 2015 hava meira enn 1500 børn á útvið 20 skúlum roynt ymsu aktivitetirnar. Harumframt eru bæði Bachelor og Yrkisrættaðar ritgerðir skrivaðar um hetta tiltakið og henda arbeiðs- og undirvísingarhátt. Ritgerðirnar hava savnað seg um ymisk viðurskifti, m.a. hevur verið eftirmett, um børnini eisini læra nakað ella um hetta bert er stuttligt. Her hevur verið víst á, at verkstovurnar í Seturstokinum geva sjálvmotivasjón, møguleika fyri djúpari vitan og stimbra náttúruvísindaligt lesføri og virkisførleika (Skorini, Jacobsen og Jakobsen, 2017). Harumframt lýkur undirvísingarhátturin, sum Seturstokið byggir á, flestu ástøðiligu treytirnar, ið skulu til, soleiðis at ein dygdargóð og motiverandi læring og undirvísing kann fara fram (Sigurdsson, Olsen og Hansen, 2016).

Seturstokið byrjaði sum norðurlendsk verkætlan við fígging úr Norðurlandaráðnum, Nordplus og Mentamálaráðnum. Norðurlendska verkætlanin er liðug, men Seturstokið heldur fram.

Kelda: setur.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.