Tíðindi


Seturskúli ella námsferð ein uppliving fyri lívið

Ikki hevði eg trúð, at eg nakrantíð fór at skriva hesi orð, men tað er stuttligt at fara á námsferð við næmingum. Hetta ljóðar kanska sum ein løgin útsøgn, men eg má siga, at eg ongantíð havi verið so heit fyri seturskúla, sjálvt um eg síggi gleðina í eygunum á egnum børnum, tá tey sleppa á ferð. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

13. juni 2018

Fyri stuttum kom eg aftur av námsferð við einum flokki. Vit vóru uttanlands og ferðaðust. Hetta var ein minningarríkur túrur við nógvum upplivingum. Sum sagt, so havi eg ongantíð verið so heit fyri námsferðum ella seturskúlum, men eg má krúpa til krossin og siga, at tað er stuttligt, sjálvt um tað er strævið við nógvum ymiskum avbjóðingum.

Hesa tíðina gongur kjakið til tíðir heitt í samband við seturskúla/námsferðir; skulu skúlar fara ella ikki, og hvar skal leiðin ganga? Er neyðugt við siðbundnum fakligum innihaldi ella ikki? Allir hesir spurningar eru natúrligir at seta. Uttan at siga, hvør niðurstøðan skal vera, so haldi eg, at skúli og foreldur mugu finna eina semju um eina tílíka ferð. Eg má siga, at eg og næmingarnir eru vorðnir so nógv ríkari og klókari eftir eina tílíka ferð, sjálvt um siðbundna fakliga innihaldið var so sum so.

Tær lærugreinar, ið vit kenna sum siðbundnar, nýtast eftir míni tykki ikki at vera beinleiðis umboðaðar í skránni á eini ferð. Tað er nógv at læra, sum ikki stendur í lærubókum, og tað er ein fragd at síggja allar næmingarnar mennast við teimum uppgávum, teimum verður litið upp í hendur. Uppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir hvør næmingurin er. Tað stuttligasta er tó at síggja, hvussu sjálvbjargnir næmingarnir gerast, tá teir fáa at vita, at hetta mugu tit finna útav, vit kunnu ikki leiða tykkum ígjøgnum túrin. Hetta mennast tey av og gerast sterkari persónliga og sosialt. Er tað ikki lærdómur? Jú, víst er tað lærdómur, tó at hann er ringur at máta.

At fara av stað krevur fyrireiking, harafturat kemur, at man er til arbeiðis alt døgnið. So fyri at kunna fara á seturskúla er neyðugt við tímum. Eg havi onkuntíð hoyrt, at tað er so ”dýrt” í tímum at fara av stað, men onki her í verð er ókeypis, heldur ikki seturskúli. Hetta er raðfesting, hvat vilja ymsu skúlarnir og lærararnir.

Avgerðin um seturskúla má takast í byrjanini av árinum, tí teir lærarar, ið skulu av stað, skulu hava tímar skrásettar í virksemsiætlanini. Ongir tímar, ongin seturskúli, og tað er ein missur fyri allar partar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.