Tíðindi

Serøkið má virka væl

Fólkaskúlin megnar í dag at hjálpa næmingum við fakligum og sosialum avbjóðingum, men skipanin má áhaldandi stykjast og mennast við góðum átøkum, so tær eldsálir her virka ikki brenna út. Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla og valevni til Føroya Lærarafelags, skrivar

29.04.2021

Serøkið er sera týðandi fyri fólkaskúlan. Bæði, tá ið tað snýr seg um tey sosialu og fakligu viðurskiftini. Fyri flokslæraran og læraran í undisvísingarstøðuni er eitt vælvirkandi serøki ein fyritreyt fyri at orka, og møguleikar eru at menna næmingar skúlans á nøktandi hátt. 

Serøkið á fólkaskúlaøkinum verður í stóran mun skipað eftir trimum høvuðsleistum. Hjálp inni í floksstovuni, hjálp veitt einstaklingum ella bólkum í førleikastovuni, og sum serdeild.

Hjálp í flokkunum

Hjálpin í flokkinum verður veitt í gjøgnum stuðlar, fólk úr førleikastovuni og lærarar, sum eru tengdir at tvílæraraskipanini. Hesi starvsfólk koma inn í flokkin og í samstarvi við læraran skapa eina meiri næmingatillagaða undirvísing, so umstøðurnar at mennast hjá tí einstaka í felagskapinum betrast.

Fyri fleiri næmingar er hetta ein góð hjálp, men tað eru tey, sum hava tørv á, at lærarar við servitan, tengdir at førleikastovuni, brúka eyka tíð at hjálpa teimum fram á leið. Tá traðkar tilboðið uttan fyri flokkin til.

Førleikastovan

Førleikastovan ger góðan mun. Hon tekur hond um fleiri næmingar og gevur teimum viðkomandi amboð, so næmingarnir megna skúladagin. Ikki eru øll, sum klára at verða lyft upp á aldursamsvarandi førleikastig, hvørki sosialt ella fakliga, men meiningarfulla hjálpin í førleikastovuni ger tað møguligt hjá fleiri næmingum at mennast út frá náddum menningarstøði og evnum. Virksemið í førleikastovuni ger, at fólkaskúlin kann bera skjaldramerkið sum ein inkluderandi skúli. Førleikastovurnar virka fyri, at vit inkludera næmingar á matrikkli, til frálæru og menning. Hesum mugu vit áhaldandi og altíð virka fyri. Skal hetta eydnast, má faklig menning av starvsfólkunum í førleikastovuni títt og javnan standa teimum í boði.

Fólkaskúlin megnar í dag at hjálpa næmingum við fakligum og sosialum avbjóðingum, men skipanin má áhaldandi stykjast og mennast við góðum átøkum, so tær eldsálir her virka ikki brenna út. Eisini mugu korini at fáa týdningarmikla arbeiðið nøktandi frá hondini betrast. Ein eldsál í trongum korum brennir út. Tí skal førleikastovan raðfestast. Áhaldandi skal strembast eftir lærarum við góðum fakligum førleikum og kørmum, sum gera, at yvirskot er til virksemi. At fingið sálarfrøðing tættari at skúlaøkinum, sum kom at virka eftir á leið sama leisti sum heilsufrøðingarnir á skúlunum, meti eg hevði verið ein sera skilagóð raðfesting. Tað hevði gjørt, at eitt øki, sum í dag ørkymlar og drenar starvsfólk fyri orku, bleiv loftað allari skúlaskipanini at gagni.

Serdeildin

Tað eru næmingar, sum hava brúk fyri øðrvísi hjálp enn ta hjálp, flokkurin og førleikastovan kunnu veita. Hesum næmingum má tilboð um serdeild standa í boði. Best er, um serdeildin er á skúlans øki, so næmingar kunnu, um teir megna, vera í flokkunum, tá tað ber til. Serdeildin er eins og serøkið og skúlin sum heild undir stórum tíðartrýsti. Tað verður í ov stóran mun tikið útgangsstøði í rokniarkinum heldur enn tí tørvi, næmingarnir hava brúk fyri.

Flokslærarin er lyklapersónur

Øll skipanin virkar best, um flokslærarin hevur góðar karmar at skipa samskifti og virksemi sítt kring næmingarnar. Flokslærarin er ein lyklapersónur, sum má hava høga raðfesting. So leingi sum inklusjónstankin valdar, er tað flokslærarin, ið endar sum snúningspunkt, tá skipanir verða gjørdar við serøkið. Tað er ílagt flokslæraraleiklutin at vera akkersfólk, tá inklusjión umræður. Tí má flokslærarin fáa høga raðfesting saman við teimum eldsálum, ið virka innan serøkið, um serøkið skal virka væl.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.