Tíðindi

Serútbúgving av lærarum eigur at vera serstøk játtan

Tað er so stórur tørvur á serútbúgvingum av lærarum, at tað ikki er ráðiligt, at serútbúgvingar verða fíggjaðar av játtanini til fólkaskúlan, sum er ov tepur sum er. Vilja vit hava ein dagførdan skúla, mugu vit hava dagførd starvsfólk, og tað kostar, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

30. juni 2020

Tørvurin á servitan í fólkaskúlanum er stórur, og hann økist alla tíðina. Hóast vit seinnu nógvu árini hava vit fingið fleiri serútbúnar lærarar, so sum støddfrøðivegleiðarar, lesivegleiðarar, orðblindalærarar og so framvegis, so ganga nógv ár ímillum, at  útbúgvingarnar verða tiknar upp aftur og dagførdar, samstundis sum tørvurin á nýggjum útbúgvingum eisini ger seg galdandi.

- Vit hava ikki brúkt nóg nógvar pengar upp á serútbúgvingar í nógv ár; tað gera vit ikki, tí játtanin er alt ov lítil til tað. Sum er verða serútbúgvingar fíggjaðar av samlaðu játtanini til fólkaskúlan, og tað sigur seg sjálvt, at tá ið tann játtanin er tepur, og tann lógarkravda undirvísingin og neyðuga virksemið í fólkaskúlalógini fyrst og fremst skal verða fíggjað, so er einki eftir til at serútbúgva og víðarútbúgva lærarar. Tí má meiri fígging inn í skipanina; løgtingið eigur at hyggja at, hvat tað kostar at útbúgva, eitt nú skúlabókavørðir, sum standa fremst fyri, og síðan eigur ein serstøk játtan at verða til sett av til tað. Vit tosa ikki um nógvar milliónir; hvørja ferð ein serútbúgving verður skipað, er tað ein íløga, og hon sæst aftur í nógv ár og alla staðni í landinum, tá ið talan er um virksemi og læring. Av tí at fíggingin á fólkaskúlajáttanini er ov tepur sum er, er tað so dánt pláss fyri einari serútbúgving í senn, og tað er ikki serliga heppið, tá ið tørvurin er so stórur á dagførdum serútbúgvingum.

Skúlabókavarðaútbúgvingin stendur fremst á einum raðfestingarlista, men aðrar standa eisini frammarlaga, eitt nú kt-varðaútbúgving, sum hevur bíðað í 15 ár; hendan útbúgvingin bíðar m.a. eftir, at spurningurin um, hvør skal rinda fyri kt-vørðirnar er avgreiddur, land ella kommunur. Eisini serútbúgving av lærarum, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál, og starvslæruvegleiðarar standa frammarlaga. Masterskeið í leiðslu verður á skránni í heyst.

- Nógvar av serútbúgvingunum, vit hava, eru longu gamlar; nøkur fólk eru farin frá, nógv viðurskifti eru broytt, og nýggj vitan er komin afturat. Tað er umráðandi at hava eina skipan og eina ætlan, soleiðis at vit bjóða serútbúgvingar út við einum jøvnum tíðarbili, soleiðis at vit altíð hava dagførdar serútbúgvingar. Vilja vit hava ein dagførdan skúla, mugu vit hava dagførd starvsfólk, og tað kostar.

Sernám fer undir áhugaverdar fakligar dagar fyri starvsfólk, sum arbeiða á serstovum og sertilboðum. Komandi ár verða tveir fakligir dagar, og ætlanin er, at øll starvsfólk verða savnað hesar dagarnar bæði til framløgur og verkstovur. Endamálið er bæði førleikamenning av starvsfólkum og at styrkja sambandið millum Sernám og serstovurnar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.