Tíðindi

Seks av tíggju næmingum verða órógvaðir av ófriði í skúlastovuni

Í Noregi er ófriður í skúlastovuni ein stórur trupulleiki, sambært næmingum, og lærarar stríðast við at hava tamarhald á ófriðinum. Nógvir lærarar velja at gevast í yrkinum orsakað av ófriðinum.

18.07.2018

– Lítið ljós er varpað á, hvat lærarar og leiðslur kunnu gera fyri at basa ófriði í skúlastovuni, sigur Magnar Ødegård, námslektari við Institutt for spesialpedagogikk við Universitetetið í Oslo. Hann hevur nýliga vart doktararitgerð sína um evnið ”Ófriður í skúlanum.”

Kanningin hjá Ødegård samanber, hvussu ymiskt órógvandi atburður verður handfarin í skúlum í Noregi og USA. 544 næmingar í Noregi og 609 næmingar í USA hava svarað spurningum um ófrið í skúlanum. Ødegård kannaði, um munur er á, hvussu næmingar í hesum báðum londunum uppliva órógvandi atferð í skúlanum. Næmingarnir, sum tóku lut í kanningini, vóru millum 15 og 17 ár.

Ødegård er komin fram til, at 58 prosent av teimum norsku næmingunum, og 66 prosent av teimum amerikansku næmingunum hava verið órógvaðir í skúlastovuni síðstu vikuna. Hann heldur, at tølini eru ógvuliga stór. Av teimum norsku næmingunum svaraðu 49 prosent, at atburðurin var ”ógvuliga órógvandi”, sum er hægsta stig í eina skala á trý.

Kanningin vísir, at órógvandi atferð ikki bara er nakað, sum hendir av og á, men at tað er eitt gerandisfyribrigdi. Hesin atburðurin er ikki ein lokalur trupulleiki á einstaka skúlanum, men hann sær út til at vera ein avbjóðing, sum allir skúlar og alt útbúgvingarkervið kennir til.

Ødegård heldur, at greiðar floksreglur og týðiligar væntanir til, hvat fyri atferð verður góðtikin í skúlastovuni, kunnu vera nakað, sum hjálpir. Hann heldur, at hann hoyrir róp frá lærarum um hjálp at koma hesum trupulleikanum til lívs.

– Umframt at órógva undirvísingina, so er ófriður ein av høvuðsorsøkunum til, at lærarar gevast at arbeiða sum lærarar longu 4 ár eftir lokna útbúgving. At gransking nú vísir, at ófriður er ein av størstu avbjóðingunum í skúlanum, eigur at fáa politikarar at gera eitthvørt, sigur hann.

Doktararitgerðin er ein partur av eini størri granskingarverkætlan um ófrið í skúlanum.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.