Tíðindi

Sands skúli vann fyrstu virðisløn í Biophilia-kappingini

Í gjár var avdúkað, at Sands skúli vann fyrstu virðislønina í Biophilia-kappingini

20.04.2017

Biophilia-kappingin gongur út uppá at gera eina tvørfakliga og kreativa framførslu. Allir skúlaflokkar í miðdeild kundu taka lut í kappingi; tá ið avtornaði vann Sands skúli fyrstu virðisløn á kr 50.000, Skúlin við Løgmannabreyt vann kr 30.000 og Frískúlin í Havn vann triðju virðisløn á kr 20.000. Sætti flokkur í Eysturskúlanum vann serstaka virðisløn á kr 15.000 fyri serstakt avrik.

Biophilia, sum hevur sín uppruna í Íslandi, gongur út uppá, at lærarar og næmingar arbeiða í toymi, har lærarar gera tvørfakliga undirvísingargongd, og næmingarnir fyrireika eina framførslu, grundaða á tvørfakligu undirvísingargongdina. Endamálið við kappingini er at eggja til tvørfakligt samstarv, sum skal menna fakligu og skapandi evnini og førleikarnar hjá næmingunum í fólkaskúlanum.

Uppgávan hjá lærarunum er at gera eina undirvísingargongd fyri flokkin, sum tekur atlit til í minsta lagi tær fimm lærugreinarnar føroyskt, støddfrøði, náttúra og tøkni, myndlist og tónleik. Uppgávan hjá næmingunum er at fyrireika og hava eina framførslu, sum fevnir um í minsta lagi tær fimm lærugreinarnar føroyskt, støddfrøði, náttúra og tøkni, tónleik og myndlist. Tað hevur týdning, at allir næmingar hava ein virknan leiklut.

Í gjár var endabresturin á verkætlanini, og vinnararnir avdúkaðir. Eftir tiltakið vóru fyrilestrar á skránni. Í sínum fyrilestri røddi Erla Olsen, námslektari og samskipari av Biophilia í Føroyum, um, hví tað hevur týdning at arbeiða tvørgreinaliga.
- Samfelagið er fjølsamansett, somuleiðis øll vitan, men skúlin er býttur upp í fak. At duga eitt evni krevur vitan um innihald, háttalag og ástøðiligt grundarlag. Fjølsamansett fak krevja tvørfakligt samstarv.

Biophiliaverkætlanin hevur koyrt í trý ár og endar nú. At arbeiða tvørgreinaligt er tó framhaldandi ein spurningur, arbeitt verður við. Í fyrilestri sínum segði Erla Olsen, at skal tað eydnast betur, er ein fortreyt, at føroyskt tilfar verður framleitt, og at eftirútbúgvingartilboð verða fyriskipað.
- Hugsast kann, at eftirútbúgvingartilboð verður fyriskipað á Námsvísindadeildini yvir 5 til 10 vikur, svarandi til 7,5-15 ECTS, har man leggur seg eftir tvørfakligum ogkreativum arbeiðshættum.

Myndin, sum Lillian Clementsen hevur tikið, er frá tiltakinum í Norðurlandahúsinum ígjár.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.