Leys størv

Sands skúli søkir eftir lærarum og námsfrøðingum

Til skúlaárið 2022/2023 søkir Sands skúli eftir:

⚫ Lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í farloyvi

⚫ Lærara í tíðaravmarkað starv at lesa avlopstímar.

Endaliga tímatalið verður ásett í sept. 2021

⚫ 2 námsfrøðiligum stuðlum tíðaravmarkað størv, u.l. 20 tímar um vikuna hvør.

Lærarastørvini eru lønt sambart avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2

Námsfrøðiligu størvini eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.

Vit vænta av tær, at tú:

• hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
• er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
• vil vera við til áhaldandi at menna skúlan
• hevur hug og førleikar at arbeiða við KT

Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at:

• undirvísa í ítrótti og svimjing
• undirvísa í øllum lærugreinum í 1. til 5. flokk

Umsóknir við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 2. juni 2022 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til:

Sands skúli

Heimasandsvegur 96

210 Sandi

ella við telduposti til sands.skuli@skulin.fo

Meiri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Liliuna Clementsen á tlf. 361647 ella 254501 ella við telduposti til lilian.clementsen@skulin.fo

Í Sands skúla ganga u.l. 34 næmingar í 1. – 5. flokki komandi skúlaár


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.