Tíðindi

Samskifti, samstarv og sambond

Í apríl mánaði í 2018 verður stór altjóða ráðstevna á Hotel Føroyum. Heimskendir sálarfrøðingar og fyrilestrarhaldarar røða um ymisk áhugaverd evni.

18.10.2017

- Tað er sjáldan, at vit hava møguleika at savna so nógvar víðagitnar fyrilestrarhaldarar samstundis í Føroyum, og tí hava vit lagt okkum eftir at fáa eina so fjølbroytta skrá sum møguligt, greiða fyriskipararnir Gitte Klein og Gro Emmertsen Lund frá. - At talan er um serliga ráðstevna, sæst eisini á tilmeldingunum, tí longu nú eru onkrar verkstovur um at verða fullteknaðar. Vit eru heppin, at The Taos Institute hevur verið við til at gera ráðstevnuna møguliga.

Millum kendu fyrilestrarhaldararnar eru Ken og Mary Gergen, Tom Strong, John Winslade, Gitte Haslebo og Maja Loua Haslebo. Ken Gergen, sálarfrøðingur, hevur skrivað óteljandi bøkur og greinar um samskifti, samstarv og sambond, og Gitte Haslebo hevur í nógv ár skipað fyri leiðsluútbúgving í Danmark, har fleiri hundraðtals leiðarar hava luttikið á hennara leiðsluútbúgving. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setir ráðstevnuna, og Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer somuleiðis at røða.

- Vit hava valt at skipa ráðstevnuna í fýra súlur: Leiðslusúluna, sosialu súluna, námsfrøðiligu súluna og sálarfrøðiligu- og heilsusúluna. Umframt teir felags fyrilestrarnar, sum verða, verða 13 ymiskar verkstovur at velja millum. Hvør luttakari velur í alt 3 av teimum 13 verkstovunum, og snikkar á henda hátt sína egnu ráðstevnu saman. Verkstovurnar viðgera evni eitt nú: Hvussu man loysir ósemjur, tá hin parturin ikki kann ella vil samskifta, Avbjóðingar hjá leiðslum í tíðum við stórum broytingum, Mapping av støðum, Skapa vit ADHD í okkara sambondum hvør við annan, Fyribyrging av sosialari eksklusjón, og Hvussu tosa vit við folk, sum liggja at doyggja. Til ber at lesa meiri um tær ymisku verkstovurnar: https://www.faroeconference.com/kopi-af-home

Nógvir stovnar og nógvar fyritøkur, runt um í heiminum eru enn merktar av meginreglum, sum stava frá íðnaðarsamfelagnum. Hesar meginreglur eru ofta merktar av, at tær hava eitt einstaklinga- og trupulleikafokus í teirra samskifti og framferðarhættum. Í nútímans konteksti har globalisering, informatiónsflóv, innovatión og broytingar eru í hásæti, eru hesar meginreglur ikki nøktandi longur, tá tað snýr seg um at røkka teimum yrkislærdu, leiðarunum og starvsfólkunum.

​- Tær avbjóðingar, sum vit standa frammanfyri, krevja samskifti, samstarv og sterk, vælvirkandi samstarvssambond. Vit mugu skapa motiviatión og orku og mæla til kreativ og innovativ svar uppá nútíðar avbjóðingar bæði í tí almenna og tí privata.  

Savnsmynd.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.