Tíðindi

Samfelagsfrøði er longu at finna í øðrum fakum

- Um hugt verður at bókunum í samfelagsfrøði, so eru øll evnini í samfelagsfrøðibókunum longu í øðrum fakum. Tey eru í kristni, søgu, landafrøði, lívfrøði og øllum teimum málsligu fakunum. Tað sigur Astrið Breckmann, ið sum søgulærari ikki heldur, at samfelagsfrøði eigur pláss sum sjálvstøðugt fak í fólkaskúlanum. Millum annað tí, at søgufakið í onkrum skúla er skert orsakað av trongu tímatalvuni

11. mars 2020

Stutt fyri summarfrítíðina í fjør setti Hanna Jensen, táverandi landsstýriskvinna í skúlamálum, eina kunngerð í gildi, sum segði, at tímatalið í framhaldsdeildini skuldi lækkast. Tó var tað upp til skúlarnar sjálvar at gera av, hvørjir tímar skuldu skerast burtur. Sum skilst hava summir skúlar ikki lækkað tímatalið, meðan onkrir skúlar í høvuðsstaðnum hava lækkað um tímatalið í ávikavist landafrøði og søgu úr tveimum skúlatímum um vikuna niður í ein.

Astrið Breckmann er søgulærari í Skúlanum á Argjahamri. Hon er av tí áskoðan, at fakini, sum frammanundan bara hava tveir tímar á tímatalvuni um vikuna, ikki kunnu lækkast í tímatali. Hon hevur eisini verið á skeiði hjá Námi fyri at undirvísa í samfelagsfrøði, tí at so fáir lærarar eru útbúnir til at undirvísa í tí fakinum. Vegna trotið á lærarum við samfelagsfrøði sum sergrein, so undirvísir hon harafturat í fakinum.

- Eg koyri bara í modulum, men eg veit, at summi næstan ikki hava søgu. Tey hava bara samfelagsfrøði, tí at roknað verður við, at 9. flokkur kemur upp í hesum í summar. Hesin 9. floksárgangurin er fyrsti árgangur, sum fekk samfelagsfrøði í 7. flokki.
- Á skemanum stendur samfelagsfrøði til at vera í tveir tímar – altso ein blokkur. Og bara ein tími er settur av til søgu. Lærarin velur sjálvur, hvussu hann býtir sundur. Eg havi gjørt soleiðis, at næmingarnar gjøgnumganga ein kapittul í søgu í nakrar vikur, og ein kapittul í samfelagsfrøði í nakrar vikur, sigur Astrið Breckmann.

Júst nýggja fakið, samfelagsfrøði, heldur Astrið Breckmann vera høvuðsorsøkina til, at tað er vorðið enn trongligari á tímatalvuni, enn tað longu var frammanundan. Byrðan er alt ov stór hjá bæði lærarum og næmingum í framhaldsdeildini.

- Byrðan er alt ov stór. Rigmor Dam (fyrrverandi landsstýriskvinna í mentamálum, blðm.) hevði hesa missiónina, at hon skuldi fáa samfelagsfrøði á tímatalvuna tveir tímar um vikuna. Hetta bar rætt og slætt ikki til, tí tímatalvan var alt ov trong frammanundan.

Samfelagsfrøði hevur verið eitt fak fyri seg síðani 2017. Søgufakið, sum framvegis eitur søga og samtíð, hevur hvørki broytt navn ella námsætlan, síðani ein partur av fakinum bleiv fluttur yvir í samfelagsfrøði. Astrið Breckmann dámar væl námsætlanina fyri søgu og samtíð, men undrast á, hví námsætlanin er tann sama, tá innihaldið ikki longur er tað sama

- Tað var ein orsøk til, at fakið æt søga og samtíð. Tað er klikkað, at tann námsætlanin ongantíð er broytt. Eg veit, at Rigmor Dam veruliga fekk vind í seglini, tá ið eitt ungdómsting var tað eina árið. Tá var eitt av uppskotunum, at tey gjarna vildu hava samfelagsfrøði á tímatalvuna. Tá hugsaði eg beinanvegin, at antin hava lærararnir ikki fylgt námsætlanini, ella hava næmingarnir ikki fylgt við. Har er okkurt galið í tí, sum verður sagt.

Seinastu árini hava nógvar røddir verið frammi um, at samfelagsfrøði eigur pláss sum sjálvstøðugt fak í fólkaskúlanum. Hesum tekur Astrið Breckmann ikki undir við, tí hon heldur, at evnini í samfelagsfrøði longu eru at finna í øðrum fakum.

- Um hugt verður at bókunum í samfelagsfrøði, so eru øll evnini í samfelagsfrøðibókunum longu í øðrum fakum. Tey eru í kristni, søgu, landafrøði, lívfrøði og øllum teimum málsligu fakunum. Eg havi júst sitið í fleiri vikur og lært næmingarnar um alkohol og rúsevnir. Eisini havi eg eitt heilt evni um júst tað sama í føroyskum við 9. flokki. Eisini er ein heilur kapittul um kynslív, og tað eiga næmingarnir at læra um í lívfrøði, har kynslív er partur av námsætlanini, sigur Astrið Breckmann.

Astrið Breckmann letur heldur ikki væl at bókunum í samfelagsfrøði, sum eru týddar og umskrivaðar úr øðrum máli.

- Bøkurnar verða týddar úr norskum og umskrivaðar eitt sindur í staðin fyri at hyggja at námsætlanunum í øllum hinum fakunum, sum umfata øll hesi evnini. Eg haldi, at henda skipanin eigur at verða endurskoðað, sigur bersøgni søgulærarin.

Ein av orsøkunum til, at Astrið Breckmann heldur tað vera so keðiligt, at summir næmingar hava so lítið av søguundirvísing er, at fleiri næmingar, ið ikki vanliga klára seg væl í skúlanum, standa seg væl í søgu.

- Eg havi undirvíst í søgu í 11 ár, og søga er eitt fak, har kanska serliga dreingir, sum  ikki klára seg væl í øðrum fakum, skara framúr. Fakið hevur givið nógvum eyka sjálvsálit og eina styrki til at klára seg víðari. Bara at hava onkrar góðar skúlaupplivingar, tá næmingurin kanska ikki hevur nakrar annars, er týdningarmikið. Eg havi havt næmingar, sum hava ligið á 02 og 4 í øllum fakum, men í søgu fingu teir 12. Hetta ber tó ikki til á sama hátt longur, sigur Astrið Breckmann og leggur afturat:

- Harafturat er tað so ómetaliga týdningarmikið, at menniskju læra søguna at kenna, tí duga vit ikki søguna, so er vandi fyri, at hon endurtekur seg.

Trupulleikin við kroystu tímatalvuni kann loysast við at endurskoða námsætlanirnar – og møguliga avtaka samfelagsfrøði. Tað heldur Astrið Breckmann í øllum førum.

- Eg havi ongantíð dult fyri, at eg haldi, at Mentamálaráðið skal seta seg við námsætlanunum í ymsu fakunum og viðurkenna, at øll evnini í samfelagsfrøði longu liggja í øðrum fakum. Til ber at vísa á, hvar hvørt einasta evni liggur. Vit noyðast at gera tímatalvuna rúmligari aftur og avtaka samfelagsfrøðistímarnar, men samstundis vísa á og gera vart við, at evnini í samfelagsfrøði skulu takast upp í fakunum, har evnini longu eru.  Kanska verður ramaskríggj, um samfelagsfrøði verður avtikið, men eg haldi ikki, at nakað verður mist, um vit megna at gera vart við, hvar evnini eru frammanundan, sigur Astrið Breckmann.

Tekstur og mynd: Neli Heldarskarð


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.