Tíðindi/Greinar

27. oktober 2017

Samfelagsfrøði í hádeildini

Tað manglar eitt skipað samskifti við lærararnar, um hvussu skipanin kann tillagast, so at samfelagsfrøði sum lærugrein kann fáa innivist í 8. og 9. Flokki. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Fólkaræðið er grundin undir føroyska vælferðarsamfelagnum. Hendan skipan er eingin sjálvfylgja, og hana skulu vit verja, tí arbeiðinum eiga vit lærarar og skúli okkara stóra lut í. Skúlin skal menna næmingarnar, so at teir virða og eru til reiðar at virka í einum fólkaræði. Undir seinastu samgongum hevur fólkaræði fleiri ferðir verið skúgvað til viks lands- og lokalpolitiskt fyri vinnuligan løtuvinning. Hetta er sera harmiligt, og tí er tað gott, at mentamálaráðharrin hevur framt átøk at styrkja vitanina hjá næmingunum um fólkaræðið og týdningin, tað hevur í samfelagnum og fyri mátanum, ið vit liva í dag.

Í verki er átakið at styrkja vitanina hjá næmingunum um fólkaræðið ein nýggj samfelagsfrøðilærugrein í 7. flokki og nýtt tíðarhóskandi tilfar til lærugreinina. Hetta eru átøk, ið eg taki undir við og sum fara at menna næmingarnar til fólkaræði. Góða undirtøkan hjá lærarum og næmingum av nýggju lærugreinini og tilfarinum stuðla mær í hesi fatan. Men ein vansi er, og tað er, at næmingarnir í 7. flokki nú hava 33 tímar á tímatalvuni. Verri verður eisini, um samfelagsfrøði skal inn í 8. flokk, tá koma næmingar, ið hava vakt alis- og evnafrøði og týskt, at hava 37 undirvísingartímar um vikuna. Tá hava hesir næmingarnir ikki valt nakra praktiska lærugrein. Tað er ov long tíð at sita á skúlabonki.

Myndugleikarnir og miðlarnir hava viðgjørt hendan trupulleika við nógvu undirvísingartíðini. Og semja er um, at 37 tímar um vikuna hjá 8. flokki eru ov nógv. Hvørji ráð eru so til at taka? Ymsu partarnir hava ført fram, at onkur lærugrein má víkja, um pláss skal vera fyri samfelagsfrøðini. Hvør í sínum lagi hava tey givið sítt boð um, hvør lærugrein má víkja. Onkur heldu,r at málsligu lærugreinarnar kunnu skerjast og umskipast, onnur at ítróttur kann víkja, og onkur hevur nevnt kristni. Breið semja er tó um, at okkurt má gerast.

Í øllum hesum er tosað nógv um skúlan, eg sakni, at tað eisini verður tosað við skúlan og lærararnar. Tað manglar eitt skipað samskifti við lærararnar, um hvussu skipanin kann tillagast, so at samfelagsfrøði sum lærugrein kann fáa innivist í 8. og 9. flokki. Lærararnir virka í skúlanum dagliga, og teir kunnu koma við sjónarmiðum og sjónarhornum, ið ein bara fær eyga á, um tú er í skipanini.

Eg vil heita á Mentamálaráðið at taka lærarasjónarhornið við í arbeiðið at skipa samfelagsfrøði við hinar lærugreinarnar. Tað vil heilt víst gagna arbeiðinum. Síðan vil eg ynskja Mentamálaráðnum og Námi góða eyðnu við arbeiðinum at fáa samfelagsfrøði inn í hádeildini, tað fer at at tæna næmingunum og fólkaræðinum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan