Leys størv

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í Runavíkar kommunuskúla

Í Runavíkar kommunuskúla eru uml. 450 næmingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í 0. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni 59 lærarar og námsfrøðiligir stuðlar.  
 
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut í og ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans

• dugir at samstarva og er fyrikomandi

• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
 
Harumframt skal varaskúlastjórin

• standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum

• saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd

• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans

• saman við leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd  
 
Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir og antin hava ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving.

Umsøkjarin eigur at hava:

• góð leiðslu- og samstarvsevni

• vilja og evni at royna nýggjar leiðir

• góðan málsligan førleika á skrift og í talu

• førleikar at taka neyðugar avgerðir og sinnaður at fara undir avbjóðingar
 
Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Runavíkar kommunuskúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
 
Starvið verður lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
 
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
 
Starvið verður sett frá 1. mars 2020 ella eftir nærri avtalu.
 
Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Duritu P. Joensen, skúlastjóra í hendi  í seinasta lagi týsdagin 04. februar 2020 kl. 12.00.
 
Umsóknin verður stílað til : Durita.joensen@skulin.fo
 
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331 ella 477331.

_____________________________________________________________________

Runavíkar kommunuskúli, Postboks 138, Fo 610 Saltangará Tlf. 477331   t-postur: rks@skulin.fo            www.skulin.fo/rks   


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.