Tíðindi

Rørsla og undirvísing í senn

- Við hesum undirvísingarhátti tú fært tvey fyri eitt, sigur Súni Olsen, lærari

20.09.2017

Súni Olsen, lærari, hevur flokkin, sum hann er flokslærari í, rættiliga nógv, og nógv undirvísing fer sjálvandi fram í floksstovuni, men hann heldur, at tað kann í longdini gerast ov stirvið og keðiligt. Tí hevur hann lagt seg eftir at finna upp á ymiskt øðrvísi virksemi, har undirvísingarspøl eru ein partur av tí, næmingarnir takast við. Hesi undirvísingarspøl leggja dent á, at næmingurin bæði rørir seg og hugsar lærugreinaligt. Royndir Súna eru, at næmingarnir tíma sera væl at fást við hetta slagið av undirvísing, serliga tí, at tað víkur frá tí vanliga, men eisini tí, at teir sleppa at røra seg. Stutt og greitt: Næmingurin er í gongd, samstundis sum hann brúkar peruna. Við hesum undirvísingarhátti heldur Súni, at tú fært tvey fyri eitt.

- Lat okkum sum dømi siga, at næmingarnir skulu læra um navnorð, sagnorð og lýsingarorð. Eg havi ein hóp av orðum, ið hoyra til hesar orðaflokkarnar. So leggi eg orðini, sum eru skrivað á lepar, ymsastaðni, eitt nú í fimleikahøllini. Vit hava so kassar til navnorð, sagnorð og lýsingarorð standandi. Uppgávan hjá smáum næmingabólkum er nú at taka orðið, lesa tað og leggja tað í rættan kassa. Hetta minnir eitt sindur um eina lítla stafettkapping, og hon kann sjálvandi útbyggjast, eitt nú við, at næmingarnir skulu klintra upp um onkra forðing. Hetta slagið at undirvísingarspæli ber eisini væl til at hava uttandura í góðum líkindum, og tá kann økið, sum virksemið fevnir um, gerast størri. Motoriskt stimbrar hetta næmingarnar sera væl.

- Eitt annað dømi er, at tú í enskum nýtir ymsar myndir. Næmingurin fær eina mynd av einum hundi, og so ræður um hjá honum millum onnur orð at finna orðið ”dog” á einum øðrum staði og taka tað ”heim” við sær.

Onkuntíð brúkar Súni rørslu í sambandi við fyrisagnir. Mannagongdin er tann, at tveir og tveir næmingar arbeiða saman. Annar skrivar og hin fer so nakað burturfrá, har teksturin liggur, og lesur eini tvey orð, sum hann skal minnast at siga við tann, ið skrivar. Tá so helvtin er skrivað, býta næmingarnir um. Sami framferðarháttur kann eitt nú nýtast í landafrøði. Um næmingarnir arbeiða við onkrum landafrøðiligum spurningum, kann uppgávan hjá øðrum partinum vera, at hann fer hagar, ið eitt atlas er lagt, finnur svarið, og fer so aftur til hin partin. Súni heldur, at hetta styrkir evnini at minnast almikið.

- Hesin undirvísingarháttur fær allar næmingar við, og tað, sum er serliga stuttligt at eygleiða sum lærari, er, at næmingarnir duga so ómetaliga væl at arbeiða saman.

Súni Olsen tók læraraprógv fyri trimum árum síðan og starvast nú sum lærari í skúlanum í Eysturkommunu. Vit kenna hann sum fótbólsspælara og landsliðsleikara. Fótbóltinum hevur hann ikki heilt vent bakið. M.a. er hann venjari á Toftum í løtuni.

Les alla greinina Hyggjuráðini eru, at tú rørir teg, samstundis sum tú brúkar peruna, í Skúlablaðnum nr 4, sum kom út við skúlaársbyrjan.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.