Tíðindi

Ráðstevnan farin afturum í øllum góðum

Var tað stríðið vert? Ja, tað var tað vert. Glað og nøgd starvsfólk í skúlaverkinum er fantastiskt. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

14.06.2019

So er tað liðugt, ein løgin kensla. Alt gekk væl, allar stúranirnar gjørdar til einkis.

Fingu vit so tað, ið vit hildu okkum hava biðið um? Svarið er einfalt, ja, tað fingu vit. Vit vildu hava eina fjølbroytta skrá, sum fevndi um børn og ung, sama hvar tey eru í lívinum.

Niina Juntilla legði fyri við at tosa yvirskipað um børn og ung, ið stríðast við einsemi. Hon legði dent á at gera mun á einsemi og at vera einsamallur. Tað er sera týdningarmikið. Eins týdningarmikið er at hugsa um, at vit síggja ikki øll tað sama, tá vit hyggja at okkara børnum og ungu. Dagin eftir hevði hon eina verkstovu, har hon fór meiri inn á tann einstaka, ítøkiliggjørdi tað, ið hon tosaði um dagin fyri.

Næst henni kom Øyvind Pålshaugen. Undirhaldandi, lætt og hugvekjandi. Hóast ein eldist, so er einki, ið forðar fyri, at man heldur seg á toppinum. Hann tosaði um, hvussu vit altíð mugu geva okkum far um, hvussu vit agera í skúlahøpi. Tá vit hugsa skúla, mugu vit altíð stinga fingurin í jørðina og spyrja hví.

Tann, ið helst gav størstu avbjóðingina, var Brian D. Mårtensson. Hansara hugsan um, hvat vit vita og ikki. Hvussu alt byggir á tað gamla, hvussu vit ímynda okkum, at vit eru vorðin so nógv klókari, uttan at hetta hevur hald í veruleikanum. Ein sera góður, avbjóðandi og spennandi fyrilestur, ið vónandi setti nakrar tankar í gongd hjá okkum øllum.

Dagurin endaði við eini framløgu við Dugna, Hedvig Jóhansdóttir og Stig Elttør. Ein framløga, ið var so sera hugkveikjandi, tí hetta eru fólk, ið brenna fyri tí, tey gera. Tað vóru fleiri, bæði føroyingar og útlendingar, ið høvdu á orði, hvussu eldhugað tey vóru. Tað elvdi veruliga til hugin at samstarva tvørtur um mørk.

Leygardagurin var øðrvísi. Har vóru ymsar verkstovur at velja ímillum. Tað er gott at hava verkstovur, tí tá fær luttakarin høvi at velja okkurt, ið hevur serligan áhuga. Vansin er tá, at tað er so nógv, ið er spennandi, og tí má okkurt veljast frá. Hugsanin handan verkstovurnar var, at luttakarin skuldi antin fáa okkurt ítøkiligt við sær heim, ella okkurt, ið setti hugsanir í gongd, soleiðis at tað var ein hjálp í gerandisdegnum. Sum eg skilti á luttakarunum, so hepnaðist hetta. Tað eru vit sera glað fyri, tí nógv gott er at siga um íblástur, men hann festir ikki røtur eins og ítøkilig amboð.

Tveir fyrilestrar vóru á skránni leygardagin. Tá var hugt at pørtum av teirri gransking, ið vit hava. Annika Davidsen legði fyri við kanning av sálarheilsuni hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum;

Annika Davidsen og Súsanna Skaalum hava gjørt kanningina. Hetta er vitan, ið eg meti, er týdningarmikil at fáa út til fólkaskúlan eisini. Hetta eru ungdómar, ið vit hava havt í skúlunum.

Katrin av Kák, Olga Biskopstø og Erla Olsen skuldu leggja nýggju kanningina um happing fram, men tað bleiv tíverri av ongum. Í staðin tóku tær nøkur úrslit úr Pisa fram. Funnist verður nógv at Pisa fyri ikki at gera nakra nyttu, og at onki verður gjørt við úrslitini, ið næmingarnir fáa. Vónandi kemur vend í, tí Pisa rúmar nógvum og hevur hagtøl yvir nógv, um man vil tað.

Nú alt er yvirstaðið, er bara ein spurningur eftir at seta sær sjálvum: Var tað stríðið vert? Ja, tað var tað vert. Glað og nøgd starvsfólk í skúlaverkinum er fantastiskt. Vónandi hava vit slóðað fyri, at tað nú verða nógv, ið søkja sær íblástur aðrastaðni enn í teimum siðbundnu støðunum. Vónandi síggjast nógv andlit aftur á aðrari ráðstevnu.

Tilfarið hjá fyrilestrarhaldarunum kemur vónandi skjótt út á heimasíðuna

www.nfsp-konferencen.com

Sjónarmið í Skúlablað nr 3, 2019, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.