Tíðindi

Ráðstevna um føroyskt sum annaðmál

Á ráðstevnuni verða fyrilestrar, styttri framløgur, uppsløg og samrøður, sum bæði snúgva seg um politikk og praksis á økinum.

08.03.2024

Mentanarliga og málsliga eru Føroyar fjølbroyttar, og tað setir krøv til okkara skúlaverk og myndugleikar at fylgja við. Tí verður skipað fyri ráðstevnu 22. mars um tað lutfalsliga nýggja fakøkið í Føroyum, sum eitur Føroyskt sum annaðmál.

Hetta er eitt fak, sum er neyðugt fyri at geva fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, nøktandi undirvísing og harvið amboð til at fóta sær væl í okkara samfelag til gagns fyri øll. 

Fyriskiparar eru umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya og lærarar, sum nýliga - og sum teir fyrstu - hava staðið diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini. 

Á ráðstevnuni verða fyrilestrar, styttri framløgur, uppsløg og samrøður, sum bæði snúgva seg um politikk og praksis á økinum.

Málbólkurin fyri hesa ráðstevnu eru lesandi og skúlafólk á øllum stigum, eisini leiðslustigi, umframt politikarar, sum skulu seta karmarnar fyri okkara skúlaverk nú og komandi.

Tey, sum koma á ráðstevnuna, fáa innlit í:

•    hvat føroyskt sum eitt annaðmál er
•    altjóða og føroyska gransking 
•    karmar og fyriskipan av økinum
•    fleirmælisdidaktikk og fleirmælta málmenning
•    serligar avbjóðingar og serføroysk viðurskifti, ið eru heft at tí at læra føroyskt í einum fleirmæltum veruleika

Ráðstevnan er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding er tó neyðug, melda til her.

Sí skránna her.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.