Tíðindi

Ráðstevna hjá SSP-samrådet

At vera við á árligu ráðstevnuni hjá SSP-samrådet er við at førleikamenna og styrkja SSP-samstarvið, so vit eru betur fyrireikað at lofta avbjóðingum og rákum, ið mest sannlíkt koma til børn og ung í Føroyum.

08.03.2024

Dagarnar 19.-21. mars er ráðstevnan: “SSP-samrådets årsmøde”. Vit kunnu gleðast um, at luttøkan úr Føroyum er góð, og tískil eru lunnar lagdir undir gott samstarv og tiltøk í framtíðini. Ársfundurin er sera viðkomandi og gevandi fyri øll, ið eru partur av SSP-arbeiðinum. Vit fáa viðkomandi vitan og íblástur, og verkstovur eru á skránni.

Evnini á hesum ársfundinum eru “Det digitale. Det offentlige rum. Kriminalitetsforebyggelse. SSP+. Rusmidler. Forældre. Sex & samtykke.” Tó at umstøðurnar eru øðrvísi í Føroyum enn í okkara grannalondum, vita vit, at samskiftið og samferðsla knýta okkum tættari og lættari saman nú enn fyrr. Harvið kann eisini hugsast, at ymsu rákini fara at vera at síggja um okkara leiðir.

Tá ið slík stór tiltøk eru á skránni, er vónin eisini, at við at førleikamenna SSP-læraran og SSP-ráðgevingina og onnur, ger synergiárin seg galdandi, soleiðis at vit verða betur før fyri at lofta og handfara avbjóðingar, børnum og ungum at frama.

Ein stórur partur av virkisøkinum hjá SSP-ráðgevingini er at vitja og undirvísa kring landið. Í hesum er eisini neyðugt at kenna til talgildu pallarnar, ið broytast alla tíðina. Á ráðstevnuni er m.a. “Løft af børn og unges digitale dannelse. Red Barnet, Børns Vilkår, Medierådet for Børn og Unge samt Center for Digital Pædagogik er sammen om en national indsats om at bidrage til et væsentligt løft af børn og unges digitale dannelse, herunder deres forudsætninger for at agere ansvarligt, sikkert og respektfuldt på internettet.” Hetta brotið sampakkar væl við talgildistilbúgvingina, ið SSP áður hevur víst á við tilfarinum “Talgilt samskifti í skúlanum” eins væl og undirvísingarheftunum “At ferðast á netinum”.

Afturvendandi tiltak, ið SSP skipar fyri at hjálpa ungum at ferðast trygt á netinum, er Tryggari internetdagurin. Í ár er høvi hjá næmingum at gera verkætlan við einum stuttfilmi ella sjónbandalagi at lýsa evnið “Talgildur harðskapur” við undirevnunum grooming, stalking og scamming. Freistin at lata inn er týsdagin 6. februar 2024 á midnátt – og fríggjadagin 1. mars er greitt, hvør flokkur vinnur 20.000 kr.

Á heysti í 2023 vórðu skipaðir kunningardagar í Løkshøll, í Salt og í Skúlanum á Fløtum. Tað er gleðiligt, at bæði evnisdagarnir og kappingin fingu so góða undirtøku. Til ber at hyggja at framløgum og fáa hugskot til verkætlan á TID.fo.

Á hesi ráðstevnu verður ætlandi eisini høvi at práta meira um fyrireikingarnar til eina SSP-útbúgving. SSP-grundskeiðini, ið hava verið fyriskipað, hava eydnast væl og eisini lagt lunnar undir, at SSP-ráðgevingin fær betri innlit í umstøðurnar hjá SSP-lærarum kring landið. Bæði grundskeið og útbúgving kunnu vónandi styrkja og knýta bond, soleiðis at SSP-lærarin er brynjaður at lofta avbjóðingum eins væl og at arbeiða fyribyrgjandi í samstarvi við hinar fakbólkarnar í SSP-samstarvinum.

Við at kenna og skilja ymsu fakøkini verður lættari at vitanardeila, førleikamenna og samstarva í kjarnuøki okkara: At vit skulu gera okkara til at skapa tryggleika og trivnað millum børn og ung.

Kelda: SSP-ráðgevingin


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.