Tíðindi/Greinar

15.11.2021

Ráðlegging fyrr og nú - hvat brúka vit okkara egintíð til?

Um vit samanbera okkara egintíð, herundir ráðlegging í dag, við tíðina bara fyri einum 10-15 árum síðani, má sigast, at ein stór broying er farin fram. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Fyrr var egintíðin fyri tað allar mesta brúkt til: fyrireiking, rætting, kunning til næmingar/foreldur um heimaarbeiði, árligar felags foreldrafundur og viðtalur umframt onkran hissini seturskúla.

Í dag er støðan nógv øðrvísi. Serliga er nógv fundarvirksemi, og eitt støðugt og mangan rúgvusmikið samskifti, komið afturat. Fyrr var samskiftið nógv meira einvegis. Tú kundi sjálvur stýra samskiftinum, og tað sýntist oftast at rigga væl. Tú kunnaði næmingar, foreldrur o.o., og tað var tað. Í dag er samskiftið ikki bara nógv økt, men tað gongur eisini nógv báðar vegir.

Dagur uttan boð og/ella fyrspurningar, av onkrum slag, serliga frá foreldrum, er sum lundi á jólanátt. Tú verður støðugt kunnaður um, hví teirra barn ikki kom í skúla ella ikki kemur í næstu viku. Alt frá sjúku til tannlækna og frá sóttarhaldi til ítróttartiltøk uttanlands er uppi at venda. Men tey ynskja eisini ofta at vita, hvussu teirra barn sum best kann halda skúlan við líka, meðan tey eru burturstødd. Í sjálvum sær góður og rættur hugburður, men er ofta tíðarkrevjandi hjá tær sum lærara at avgreiða.

Heldur ofta eru tað eisini næmingar, ið ikki møta væl upp, og tí vilja teirra foreldur ofta hava kunning um sítt barn. Hetta krevur eisini eitt javnt og støðugt foreldrasamskifti.

Eitt heldur margháttligt fyribrigdi í øllum hesum foreldrasamskiftinum er annars, at leiðslur á flestu skúlum seinnu árini hava kravt tvær viðtalur við øll foreldur árliga, har vit møtast í skúlanum andlit til andlits, hóast kenslan ofta er, at vit hava mangt slíkt av viðtalum. Bara ikki í skúlanum, men oftast á einhvørjum talgildum palli. Fyrr var nokk við einari foreldraviðtalu.

Tú mást eisini sum lærari hava eitt støðugt samskifti við tín deildarleiðara. Umframt annað samskifti við stovnar og feløg. Eitt nú fyrispurningar frá Amnesty International og Psykiatriska Depilinum, har tú m.a. skalt fylla formularar úr, bert fyri at nevna okkurt dømi. Tú kennir teg javnan sum skrivstøðufólk umframt at vera lærari.      

Umframt hetta hevur ein vanligur skúladagur í minsta lagi hetta skrivliga samskifti við sær. Tá ið undirvísingin er liðug, oftast eftir einar 6-7 tímar, skalt tú á kervið og leggja heimarbeiðið út á floksheimasíðuna í øllum fakum og helst kunna um, hvat fer at helda í teimum ymisku tímunum. Hetta umframt generella kunning um eitt nú koronu o.a. Tú skal eisini skráseta alla næmingafráveru í øllum fakum. Umframt, at tú javnan skalt inn á Teams at leggja uppgávur út. Hetta er vanliga tað samskiftið, sum tú sjálvur kanst stýra, men ofta koma aftursvar til tað, tú leggur út. Serliga næmingar skriva, men eisini foreldur spyrja, um hvussu uppgávur o.a. skulu skiljast. Her mugu vit sum lærarar duga at siga frá, at vit ikki eru tøk døgnið runt. Vit kunnu jú taka tað upp dagin eftir.    

Kunning og samskifti í sjálvum sær er altíð gott. Men tað skal onkursvegna vera innan fyri mark. Tað skal vera effektivt og ikki taka ov langa tíð. Mínar royndir sum lærari eru annars, at allar flestu foreldur eru sera jalig mótvegis skúlanum og ynskja eitt gevandi og mennandi samskifti við skúlan. Haldi eisini, at tað er ein góður felags vilji og virðing partanna millum. Tað er eisini neyðugt fyri at fáa sum frægast burturúr.    


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan