Tíðindi

Rudi Olsen sett sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Rudi Olsen í starvið sum fyrstalærara í Kvívíkar skúla.

21.09.2021

Rudi er 44 ára gomul og tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium í Danmark í 2003. Umframt ymisk eftirútbúgvingarskeið hevur hon m.a. tikið stakgreinalestur í prosjektleiðslu í verki og skeið á DPU í positivari sálarfrøði. Harumframt er hon í holt við at taka diplomútbúgving í leiðslu.

Rudi hevur undirvísingarligar royndir bæði í donskum skúlum og í Føroyum, eisini hevur hon royndir innan serundirvísing, verkætlanarleiðslu og marknaðarføring. Rudi hevur seinastu árini verið lærari í Skúlanum á Argjahamri.

Rudi tekur við starvinum sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla tann 4. oktober 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.