Tíðindi

Roynd í KT ella KT-amboð til royndina

Talgildingin av fráfaringarroyndini hevur fingið eitt skot fyri bógvin, men arbeiðið at talgilda royndina eigur at halda fram. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag

18.08.2017

Skrivliga fráfaringarroyndin varð avgreidd á pappíri í ár. Og eftir friðinum á ymsu kjaktorgunum og í miðlunum at døma, so hevur royndin hepnast, og tað er gott. Tað er týdningarmikið, at skrivliga fráfaringarroyndin gongur eftir ætlan, tí tað snýr seg um prógvið hjá næmingunum. Út frá hesum kann avgerðin hjá Próvstovuni at flyta frá teldu til pappírsloysnina sigast at vera røtt. Royndin riggaði, og tað er nummar eitt.
Undanfarin ár hava fráfaringarroyndin og landsroyndin verið avgreiddar í Chamilo-skipanini. Mín niðurstøða er, at hendan skipanin ikki hevur megnað at talgilda royndirnar. Afturvendandi feilir í telduskipanini hava havt við sær øsing í miðlunum og ótryggleika millum næmingarnar. Hetta er als ikki nøktandi í eini roynd, har ið eftirmetingin av fakligu úrtøkini hjá næmingunum skal vera í miðdeplinum. Prátið um royndina hevur mest verið, um KT-skipanin fer at rigga, heldur enn, um uppgávurnar vóru á einum støði, at tær góvu eina meting av fakligu førleikunum hjá næmingunum.
Ein fyrimunur við talgildu Chamilo-skipanini er, at hon kann rætta uppgávurnar sjálvvirkandi. Men fyri at skipanin kann rætta, so eru avmarkingar, bæði hvussu spurningar kunnu setast, og hvussu næmingarnir fáa svarað spurningunum. Fyrimunurin við sjálvvirkandi rættingini, haldi eg, stendur langt frá mát við avmarkingarnar, skipanin setir.
Talgildingin av fráfaringarroyndini hevur fingið eitt skot fyri bógvin, men arbeiðið at talgilda royndina eigur at halda fram. Spurningurin er bara hvussu. Mín hugsan er, at vit eiga at sleppa strembanini eftir at finna eitt forrit, ið fær telduna at rætta næmingaavrik. Tað er eins gott, og helst ikki kostnaðarmeiri, at seta fólk at rætta. Vit eiga heldur at hugsa talgilding av royndunum við at geva næmingunum talgild amboð at brúka í dagliga arbeiðinum í skúlanum, so at tey fáa brúkt hesi til royndina.
Eg minnist, tá ið vit søktu Mentamálaráðið um loyvi til næmingarnar at skriva stíl á teldu. Í dag er tað ein sjálvfylgja, at næmingarnir brúka eina tekstviðgerð at skriva stílin við. Í støddfrøði hava næmingarnir ikki tikið talgildu amboðini til sín í arbeiðinum og eru bundnir av pappírinum, tá ið teir skulu greiða frá í greiðslurokning. Her eru talgildir menningarmøguleikar.
Nú er eitt gott høvi at talgilda royndirnar, tí Nám hevur gjørt av, at fólkaskúlin skal flyta frá FirstClass skipanini til Office 365. Hetta verður ein avbjóðing hjá skúlanum, men broytingin letur eisini upp fyri spennandi, talgildum amboðum. Við Office 365 kunnu øll í fólkaskúlanum fáa atgongd til amboðini í Office 365 á egnari teldu og teldli. Millum hesi amboð eru t.d. WordMat og Excel. Við at læra næmingarnar at brúka hesi amboð, kunnu tey væl greiða frá síni loysn í greiðslurokning á teldu. Við WordMat kunnu tey skriva støddfrøðimál á telduni, og rokniarkið er eitt gott amboð at loysa uppgávur í handilsrokning ella at gera eina talvu í hagfrøði.
Royndirnar við Chamilo-skipanini hava ov nógv snúð seg um at royna næmingarnar í eini KT-skipan, og um KT-skipanin riggar. Ein talgild roynd er, tá ið næmingarnir brúka KT-amboð í sínum arbeiði í royndini. Skúlin eigur at taka væl ímóti Office 365 og geva næmingunum hesi talgildu amboð. Hetta arbeiði krevur nógv, og tí vóni eg, at Nám og Mentamálaráðið miðvíst stuðla telduvørðum og lærarunum í arbeiðinum. Alt, so at næmingarnir fáa talgild amboð til royndina og framtíðina.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.