Tíðindi

Pseudoarbeiði

“Pseudoarbeiði er arbeiði, sum ger, at tú ikki sleppur at gera títt kjarnuarbeiði.” Nakað soleiðis tók danski filsoffurin, Anders Fogh Jensen, til í samrøðu við Armgarð Arge í sendingini Credo í útvarpinum. Áhugavert og ikki minst viðkomandi fyri okkum, sum í gerandisdegnum arbeiða við menniskjum. Tórhalldur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

8. oktober 2019

Nógv mundu óivað kenna seg væl aftur í tí, sum kom fram í sendingini. Fyrst og fremst varð prátað um rákið seinastu árini, har hvørt nikk og prikk skal skrásetast.  Til dømis sjúkrasystirin, sum valdi hetta yrkið, tí hon vildi hjálpa menniskjum, skal brúka óneyðuga nógva tíð til telduskrásetingar, ella pedagogurin, sum má taka myndir av børnunum at leggja út á sosialar miðlar, soleiðis at foreldrini kunnu síggja, hvat tey hava gjørt tann dagin. Alt hetta tekur tíð frá kjarnuarbeiðnum, sum er at taka sær børnunum ella teimum, sum tørvar hjálp.

Eisini vit lærarar mundu kenna okkum aftur. Hvør hevur ikki viðhvørt hugsað um t.d. ársætlanir og undirvísingargongdir og spurt seg sjálvan, hvat skal hetta til? Hvør lesur hetta? Eg veit fullvæl, at tað er eitt krav omanífrá, men hví? Veit nakar? Onkur kann sjálvandi siga, at undirvísingin má verða løgd til rættis, og at ætlanir mugu leggjast. Ja, sjálvandi! Men tað ger hvør einasti lærari kortini. Hví skal tað skrásetast og latast inn?

Eisini var í sendingini nomið við, hvat vit brúka tíðina til, og hvussu nógv av okkum altíð hava ov lítið av tíð. Vit skulu fundast, tí tess meira vit fundast, tess týdningarmiklari eru vit, varð sagt. Sum dømi í sendingini bleiv eisini nevnt, at ofta verður tíð sett av til sonevndar konsulentdagar á arbeiðsplássinum, tí tað er nakað, sum “eigur” at verða gjørt. Men hvat kemur burturúr? Hvat brúktu vit tíðina til? Niðurstøðan hjá filosoffinum, Anders Fogh Jensen, var: “Vit hava skund við at gera einki”. Vit kunnu vera samd ella ósamd, men í øllum førum er hatta ein áhugaverd niðurstøða.

Annar áhugaverdur táttur var, hvussu tað í dag verður væntað av okkum, at vit ikki standa í stað og tøva í tí sama. Vit mugu alla tíðina endurnýggja okkum og seta eisini okkum sjálvum  stór krøv, ofta ov stór krøv. Vit skulu vera innovativ, ganga nýggjar leiðir og ikki gera, sum vit plaga. Tað blívur eitt sindur til “fornyelsen for fornyelsens skyld”, sum tikið varð til í útvarpssendingini. Kanska er tað ikki altíð neyðugt. Kanska er tað viðhvørt í lagi at gera, sum vit plaga.

Úrslitið av øllum hesum er, at fólk blíva strongd. Tað er ein sannroynd, eisini millum lærarar. Lærarar mugu mangan í dagsins skúla brúka ovurstóra tíð upp á allar møguligar aðrar uppgávur enn upp á sjálva kjarnuuppgávuna, sum er og verður at undirvísa.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.