Tíðindi

Positivur tóni og góður vilji millum tingfólk

Hóast onkur saknaði størri visjónir fyri framtíðina, og at ávís øki vórðu tikin við í framløguskrivið, sum liggur til grund fyri aðalorðaskiftið, eyðkendu føgur orð í høvuðsheitum røðurnar, sum framsøgufólkini fyri allar flokkarnar høvdu undir aðalorðaskiftinum um fólkaskúlan, sum hevur verið á løgtingi í dag.

20.02.2024

Tríggir tingmenn, sum eisini eru lærarar, løgdu fyri í aðalorðaskiftinum fyrrapartin í dag. Framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin var Jóhannis Joensen, sum eisini hevur royndir sum skúlastjóri. Hann tók sum vera man undir við partamanni sínum, Djóna N. Joensen, landsstýrismanni, í teimum fýra tilmælunum, sum hann hevur valt at raðfesta av teimum 18, sum eru í stóru frágreiðingini um broytingar í fólkaskúlalógini. Um broytingarnar, sum verða skotnar upp í frágreiðingini, verða framdar, fáa vit ein betri fólkaskúla, segði hann.

- Tað hevur týdning, at leiðslurnar í skúlunum verða raðfestar og lærararnir somuleiðis. Tað er eisini gott, at eftirútbúgvingar verða raðfestar, men tað er í skúlastovuni, at størstu ábøturnar eiga at verða gjørdar. Floksstøddin eigur at minka og ikki fara upp um 20, og tann orðingin eigur ikki at vera ov lagaliga orðað.

Tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin helt, at skúladagurin eigur at verða styttur og tað, sum spart verður, eigur at verða brúkt til víðkan av tvílæraraskipanini.

- Vit eiga at hugsa kvalitet heldur enn kvantitet. Vit hava ein góðan skúla, men vit hugsa nógv í mongd. Ofta er skilagott at hyggja at, hvat loysir seg best, og hvør úrtøkan er. Stytti skúladagurin eigur at verða brúktur til tvílæraraskipan, heilt niður til 10. næmingin, soleiðis at tveir lærarar eru í hvørjum flokki í nógvum lærugreinum.

Av øðrum viðurskiftum nevndi Johannis Joensen eitt nú, at tað er skilagott at strika landsroyndirnar, at skúlaárið eigur at verða stytt niður í 188 skúladagar, at førleikamálini verða tillagað, at flokslærarauppgávan verður raðfest og styrkt, at pseudouppgávur verða strikaðar, at eykauppgávur verða løntar, at størri javnvág verður millum hugvísindi, náttúruvísindi og kreativu lærugreinirnar, at størri rúmd verður fyri fordjúping, og at eftirútbúgving verður ein sjálvfylgja.

- Læraraútbúgvingin er í so bóklig. Vil mann hava meiri kreativitet inn í skúlan, má tað eisini kjølfestast í læraraútbúgvingini. Hon má sampakka við gerandisdagin í fólkaskúlanum.

Jóhannis Joensen segði, at allar broytingar, ið verða gjørdar, eiga at verða kjølfestar millum teirra, sum arbeiða í fólkaskúlanum.

- Skal nakað munagott fremjast, krevst vilji, raðfestingar og pengar. Tað haltar altíð við fíggingini. Havi sæð lítið til meirjáttan til fólkaskúlan í míni tíð. Eg kundi hugsað mær, at fólkaskúlin verður raðfestur við pengum.

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, var annað av framsøgufólkunum. Hann legði fyri at við at nevna allar frágreiðingarnar, álitini, kanningarnar og tilmælini við støði í fólkaskúlanum, sum eru gjørd síðstu tíðina.

- Vit hava ein hóp av tilfari, sum hava boð uppá, hvat eigur at verða gjørt. Tilmælini í frágreiðingini um broytingar í fólkaskúlalógini eru góð. Tey, eg havi hug at taka fram, hava við trivnaðin hjá næmingum, lærarum og leiðslum at gera. Skal undirvísingin vera góð og eydnast, er alneyðugt, at næmingarnir trívast. Trivnaðarkanningin frá 2023 er ikki serliga hugaligur lesnaður; hon vísir á nógva happing og stórt keðsemi, at næmingarnir halda, at lærugreinirnar hava munandi minni týdning enn áður, og at tað er minni arbeiðsfriður. Er trivnaðurin vánaligur, gevur undirvísingin ikki meining, og tí er trivnaður altavgerandi. Tvey tilmæli í teirri frágreiðingini eru smærri flokkar, færri næmingar, tvílæraraskipan, og at lærugreinirnar verða styrktar soleiðis, at tær fanga áhugan hjá næmingunum.

Magnus Rasmussen vísti eisini á tíma- og lærugreinabýtið, sum mangan verður viðgjørt. Næmingarnir hava ov nógvar tímar, men í staðin fyri at minka um tímatalið, veksur tað bara, segði hann.

- Vit eiga at taka av tímunum, og tann sparingin eigur at verða brúkt í fólkaskúlanum, tí har eru nógv øki, ið hava brúk fyri raðfesting. Lærugreinabýtið eigur at gerast meiri fleksibult, og næmingarnir eiga at hava nógv fleiri møguleikar. Tær kreativu lærugreinirnar eiga at fáa hægri raðfesting, tí tær bókligu fáa ov nógv pláss. Og skúlaleiðslurnar eiga at fáa størri frælsi at skipa skúlan.

Tá ið talan er um floksstøddina, so heldur Magnus Rasmussen, at 20 næmingar er eitt rímiligt mark.

- Floksstøddin er avgerandi fyri, hvussu næmingurin trívist, og hvat hann fær burturúr. Lærarin eigur at røkka øllum næmingum hvønn tíma, tí teir eiga javnt og samt at mennast.

Av øðrum viðurskiftum nevndi løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin tvílæraraskipanina, sum hann heldur eigur at verða styrkt, flokslærarauppgávuna, sum somuleiðis eigur at verða styrkt, og eisini at eftirútbúgvingin eigur at verða raðfest.

- Í dagsins samfelag er brúk fyri góðum samskifti millum heim og skúla, og har er flokslærarin ásin, sum alt melur upp. Vit eiga at fáa eina greið ætlan fyri eftirútbúgvingina, og námsætlanirnar mugu dagførdast. Ein verulig eftirmeting eigur at verða gjørd av serøkinum, og broytingar eiga at verða gjørdar.

Magnus Rasmussen endaði við at siga, at tað nyttar lítið bara at koma við álitum, tí tøk mugu takast.

- Eg vóni, at fleiri av tilmælunum verða veruleiki, men pengar skulu eisini á borðið.

Triðja framsøgufólkið fyrrapartin var Bárður av Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann tosaði nógv um týdningin av, at lærarin hevur tíð og góðar umstøður.

- Ein lærari kann fáa næmingin at blóma men eisini at kólna. Tað er umráðandi sum lærari at brenna fyri starvinum, at mann ger alt fyri at røkka einstaka næmingin; tað er torført mangan, tí skúlin er meiri samansettur enn áður, so nógv er at hava fyrilit fyri. Lærarastarvið er sera fjølbroytt, krevjandi og spennandi arbeiði, ikki minst at vera lærari í einum tíðarskeiði, har børnini verða myndað. Tí er umráðandi at fáa eftirútbúgving viðhvørt.
- Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur, eftirútbúgving og skúlaleiðslur raðfest. Eg fegnist um, at næmingatalið verður minkað, at tvílæraraskipanin verður víðkað og styrkt, tí tað letur nógvar spennandi hurðar upp, og eg haldi, at tvílæraraskipanin eisini eigur at vera í hádeildini. Í tvílæraraskipanini kunnu lærarar sparra og læra av hvørjum øðrum, har eru nógvar vinnvinnstøður, eisini fyri næmingar, sum eru væl fyri. Tað kreativa eigur at verða raðfest hægri, skúlin er rættiliga bókligur, og býtið millum lærugreinirnar eigur at verða javnari. Mínar royndir eru, at næmingar, sum ikki eru sterkir bókliga, ofta detta niðurímillum.

Tingmaðurin helt, at hóast farið verður víða í frágreiðingini um broytingar í fólkaskúlalógini, so verða summi øki ikki nevnd, eitt nú serøkið og føroyskt sum annaðmál.

Framløgurøðan hjá Erling Eidesgaard, tingmanni fyri Tjóðveldi, var merkt av nógvum spurningum heldur enn at fara ítøkiliga inn í tilmælini hjá landsstýrismanninum. Hann legði fyri við at vísa til PISA-kanningarnar, har føroyskir næmingar sum kunnugt ikki fáa góð úrslit samanborið við onnur lond.

- Seinasta PISA-kanningin vísir, at tað stendur illa til hjá føroysku næmingunum. Hví eru vit so aftarlaga? Frágreiðingin fer ikki í dýpdina við, hví næmingarnir klára seg so illa. Vita vit, hví summi lond klára seg væl og summi illa? Vit vita til dømis, at lærarar í Finnlandi eru serútbúnir og hava hægri útbúgving av universiteti. Tað átti at verið kandidatar, sum undirvísa børnum. Seta vit nóg nógva orku av til undirvísingartilfar og læraraútbúgvingina? Taka vit støðu á nóg upplýstum grundarlagi? Vit áttu at havt eitt betri grundarlag at taka støðu út frá.

Tingmaðurin vísti á lutfallið, sum mállærugreinirnar hava samanborið við aðrar lærugreinir, og hvussu nógv pláss ymsar lærugreinir og læruevni fáa í lutfalli við, hvussu vit klára okkum. Hann nevndi eitt nú, at vit hava morgunsang hvønn dag, men ikki morgunfimleik.

- Hví hava vit ikki morgunfimleik hvønn dag? Nærum helvtin av næmingunum dugir sambært kanning ikki at svimja. Hví læra vit ikki øll at svimja? Øll eiga at duga at svimja, tí tað er lívbjargandi, og tað hevur týdning í einum oyggjasamfelag sum okkara.

Tingmaðurin tók eitt tilmæli frá landsstýrismanninum fram og hevði eina aðra hugsan til tað enn flest tingfólk, sum tóku orðið.

- Tá ið talan er um at stytta skúladagin, so má tað avvigast við, at skúlatingini verða gjørd í skúlanum og ikki heima. Skulu skúlatingini gerast heima, mugu foreldrini uppí, og tað eri eg skeptiskur um. Vit eiga heldur at hava alt, sum hevur við skúlan at gera, at vera í skúlanum, og tá ið næmingarnir fara heim, eiga teir at hava frí. Nógv foreldur eru illa fyri at gera skúlating saman við børnunum, og tí haldi eg, at skúlating eiga verða gjørd í skúlanum, og at tað ikki skal vera upp til næmingin at taka av.

Sólvit Nolsøe, tingmaður fyri Framsókn, legði fyri við at sóknast eftir størri visjónum og framtíðarhugsanum um fólkaskúlan og ítøkiligari málum, nú aðalorðaskifti er um fólkaskúlan.

- Fólkaskúlin røkkur inn í hvørt heim í dag, hann er stórur partur av lærdóminum og uppalingini í dag. Álitið, sum liggur til grund fyri aðalorðaskiftið, er gott, men ov rammukent, og vit eiga at kjakast um visjónir. Vit eiga at seta stórar framtíðarhugsanir um fólkaskúlan, eitt nú at seta málið at hava heimsins besta skúla um 10 ár.

Tingmaðurin vísti á, at átøkini, sum eru frammi at fremja, eru góð.

- Tað er skilagott í útgangsstøði at minka næmingatalið, men nær skal ein flokkur býtast sundur? Vit eiga samstundis at styrkja tvílæraraskipanina, hon eigur at verða gjørd samstundis, sum vit fara at lækka næmingatalið og bøta um flokslærarauppgávuna. Skúladagurin eigur at verða styttur; har kunnu vit hyggja nærri at royndarverkætlanini í Skúlanum á Fløtum. Styttri skúladagur gevur tíð og raðfesting, sum koma næmingunum til góðar, og hetta kann gerast fyri somu játtan. Í løtuni brúka vit nógvar pengar upp á fólkaskúlan. Samlaða verkætlanin av tí, sum verður skotið upp, kostar umleið 80 milliónir krónur um árið í meirjáttan. Vit hava ikki siðvenju at raðfesta fólkaskúlan við fígging. Kanska eru nýggjar tíðir nú, har vit fara at raðfesta fólkaskúlan.

Sólvit Nolsøe nevndi nøkur viðurskifti, sum ikki verða nevnd í álitinum, eitt nú serøkið, føroyskt sum annaðmál og 10. flokkur. Hann helt, at vit eiga kjakast, um 10. flokkur eigur at verða varðveiddur sum hann er ella verða endurskoðaður.

- Vit eiga at hyggja at bygnaðinum, soleiðis at flokkarnir verða størri. Somuleiðis eiga vit at kjakast um, teir heilt smáu skúlarnir megna at menna næmingarnar sambært krøvunum í fólkaskúlalógini.

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, setti sum landsstýrismaður við skúlamálum í farnu samgongu, arbeiðið í gongd at viðgera broytingar í fólkaskúlalógini. Hann vísti á, at hann setti ein stóran arbeiðsbólk, sum umboðar allar viðkomandi førleikar og holla vitan og royndir á fólkaskúlaøkinum, og harumframt ein fylgibólk, ið er mannaður við tingfólki úr øllum flokkum. Upprunaligi tankin hjá fyrrverandi landsstýrismanninum var, at arbeiðsbólkurin skuldi halda fram at arbeiða við spurningum á fólkaskúlaøkinum. Hann rósti avrikinum hjá arbeiðsbólkinum og ynskti teimum hepna hond í framhaldandi arbeiðnum og vónaði, at fleiri tilmæli fara at koma.

- Vit eiga at taka til okkum tað, sum arbeiðsbólkurin kemur við.

Trivnaðurin hjá næminginum liggur Jenisi av Rana fremst, vísti hann á, men tað fær minst pláss í frágreiðingini.

- Hvussu barnið hevur tað í skúlanum, hevur mest at siga. Trivnaður fram um alt. Alt annað kann vera líkamikið, um barnið ikki trívist. Happing og ágangur kann drepa barnið og tann unga. Tí má málið vera ein nullhugsjón á hesum økinum. Órættaða barnið má raðfestast, hjálpast, verjast – hvørji átøk verða raðfest á tí økinum?

Tingmaðurin vísti eisini á lærugreinabýtið, eitt nú lærugreinina søgu og samfelagsvísindi.

- Skulu vit læra av søguni, er avgerandi at kenna søguna. Er ov lítið av søgu- og samfelagsvitan? Eigur frálæran í søgu og samfelagsvísindum at verða hægri raðfest?

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, hevur undan aðalorðaskiftinum tikið fýra tilmæli av teimum 18, sum vóru í frágreiðingini til broytingar í fólkaskúlalógini.

Viðvíkjandi floksstøddini sigur hann, at fyri at tryggja betri trivnað og í samsvar við námsfrøðiliga gransking á økinum, fer hann at arbeiða fyri, at floksstøddin frameftir verður 20 næmingar. Talan skal her vera um eina rullandi skipan, soleiðis at byrjað verður við komandi 1. flokki, og síðani eigur henda skipan at verða rullað út, so hvørt sum árini ganga, til skipanin er galdandi fyri øll floksstig.

Viðvíkjandi umstøðurnar hjá flokslæraranum, so er umráðandi at  tryggja  teimum neyðugu  eftirútbúgving,  soleiðis  at  teir  verða  enn  betur  ílatnir  at  lofta  teimum uppgávum, sum standast í einum flokki, tað veri seg, tá talan er um samskifti, samstarv, relatiónskompetansu o.a. Tí eigur flokslæraraskipanin at verða styrkt.

Viðvíkjandi tvílæraraskipanini, sum í dag einans fevnir um 1. og 2. flokk, fer hon at verða víðkað til alla grunddeildina, tað vil siga 3. flokk eisini, og at man harnæst arbeiðir fram ímóti, at tvílæraraskipanin gerst galdandi fyri alla grund-og miðdeild.

Viðvíkjandi eftirútbúgving fara vit skjótast gjørligt at skipa soleiðis  fyri,  at  ein  fastur  leistur  verður  gjørdur,  soleiðis at vit tryggja, at vit alla tíðina hava ein vælvirkandi eftirútbúgvingarleist.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.