Tíðindi

Politiska skipanin eigur at ganga undan at rætta kynsmun

Eiga tryggingarfeløgini uppgávuna at strika kynsmunin í lívrentuni, ella eigur politiska skipanin at áseta við lóg, at kvinnur og menn eiga at vera á jøvnum føti, tá ið talan er um lívrentu. Formaður Føroya Lærarafelags er sannførdur um, at politiska skipanin má taka ábyrgd og halda uppat at renna undan henni.

02.06.2020

- Skipanin eigur at verða broytt; tað er einki grundarlag fyri, at munur verður gjørdur á útrokningini á lívrentuni hjá kvinnum og monnum. Tí eigur politiska skipanin at áseta í lóg og fáa hetta í rættlag sum skjótast, soleiðis at munur ikki verður gjørdur á, hvussu lívrentan hjá kvinnum og monnum verður roknað, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Lívrenta er ein partur av eftirlønini. Vit eru bundin við lóg at spara upp til eftirløn; 45% av tí, vit spara upp, skal gjaldast út sum lívrenta; tað er eitt gjald, vit fáa mánaðarliga, frá tí vit fara frá við eftirløn, og so leingi vit liva. Henda uppsparingin, sum er oyramerkt til lívrentu, verður roknað til eitt mánaðarligt útgjald eftir, hvussu stór tín uppsparda eftirløn er, og hvussu nógv ár tað verður væntað, at tú livir eftir fráfaringaraldur. Av tí at væntaði miðal livialdurin hjá konufólki er hægri enn hjá mannfólki, verður tíðarskeiðið, lívrentan verður útgoldin, ymiskt í mun til kyn og dríggjað samsvarandi, og tað merkir, at um ein kvinna og ein maður hava somu uppsparing til eftirløn, so fær kvinnan minni í útgjaldi í lívrentu um mánaðin. Livir kvinnan tað, sum svarar til miðallivialdurin hjá kvinnum, og livir maðurin tað, sum svarar til miðallivialdurin hjá monnum, so hava báðir partar fingið samanlagt sama útgjald í lívrentu, væl at merkja, um tey hava spart líka nógv upp, men mánaðarliga fær maðurin meiri enn kvinnan, tí væntað verður, at hann livir styttri.

- Tað er ikki rímiligt, at vit taka støði í miðallivialdrinum ávikavist hjá kvinnum og monnum, og tað gera vit heldur ikki í øðrum viðurskiftum. Tað eru eisini onnur viðurskifti enn kyn, ið ávirka miðallivialdurin, so sum liviháttur, arvur, arbeiði og útbúgving, og hesum gera vit ikki mun í útrokningini. Ein annar partur í roknistykkinum er eisini, at í miðal arbeiða fleiri mannfólk fulla tíð og hava yvirtíð, meðan konufólk í miðal arbeiða niðursetta tíð, mangan tí tær eru í barnsburðarfarloyvi nakrar ferðir, og kanska eisini við longdum farloyvi. Tað ger, at kvinnur í miðal ikki forvinna líka nógv eitt arbeiðslív sum menn og tí hava lægri samansparing til eftirløn; eitt, vit kunnu gera vit henda problematikkin, er, at konufólk fáa fulla eftirløn í barnsburðartíðini og ikki sum nú bara partvíst. Fakfeløgini eiga at arbeiða fyri, at hesi viðurskiftini koma í rættlag.

Tryggingarfeløgini hava sagt seg verða sinnað at fáa viðurskiftini í rættlag; tó eru tey ivasom, um tey megna at gera tað, soleiðis at tryggingartakarar í øllum tryggingarfeløgum verða líka fyri lógini. Tey hava gjørt greitt, at tað besta hevði verið, um politiska skipanin gongur undan við lógaráseting.

- Tað er eingin ivi í, at tað liggur eitt signalvirði í, hvørt politiski myndugleikin velur at fáa hesi viðurskifti í rættlag við lógaráseting, ella um hann velur at lata vera. Hetta eigur ikki at vera ein samráðingarspurningur. Onkursvegna tykist tað vera eitt  sereyðkenni fyri føroysku skipanina, at politiski myndugleikin ikki velur at taka ábyrgd og ganga undan, at eingin mismunur verður gjørdur. Tað var t.d. ikki fyrr enn í áttatiárunum, at vit fingu líkaløn millum kvinnu og mann, og tað máttu kvinnurnar stríðast fyri í samráðingum, tað eiga við á ongan hátt at vera errin av.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.