Tíðindi

Persónligheitin er eitt eydnuspæl, sum ávirkar, hvussu vit klára okkum í skúlanum

Granskarar hava kannað systkin, sum hava ymiska persónligheit, fyri at finna út av, hvør klárar seg best og vánaligast á skúlabeinkinum.

10.05.2024

Tað er ikki nógv, vit kunnu gera við persónligheitina hjá okkum. Hon mennist frá tí degi, vit eru fødd, men hvørki foreldur ella samfelag hava ávirkan á hana í stóran mun.

– Persónligheitin er sum eitt lítið eydnuspæl, sigur Eivind Ystrøm, granskari. – Og hetta eydnuspælið ávirkar, hvussu vit klára okkum í skúlanum.

Tað er kortini okkurt, vit kunnu gera. Tað snýr seg um, hvussu vit handfara persónligheitina, bæði okkara egnu og persónligheitina hjá okkara børnum. Her hevur skúlaumhvørvið nógv at siga, sambært tveimum granskarum á økinum.

Teir stóru fimm

Hvussu verða skúlaavrik ávirkað av okkara persónligheit? Hvørji lyndiseyðkenni eru tey bestu at hava? Og hvussu nógv av hesum er ávirkað av umstøðum og foreldrum okkara?

Granskarar frá eitt nú Universitetinum í Oslo hava hugt nærri at júst hesum. Teir hava nýliga almannakunngjørt eina kanning í vísindaliga tíðarritinum Journal of Personality. Teir tóku støði í fimm grundleggjandi persónligheitseyðkennum: Nevrotisismu, ekstroversión, opinleika, mannatokka og reglubundni. Hetta eru alt eyðkenni, sum øll fólk hava í størri ella minni mun.

– Persónligheitin er nær tongd at meistringsstrategium, nevniliga hvussu vit loysa avbjóðingar og negativar kenslur, sigur Ystrøm við forskning.no.

Hann og starvsfelagar hansara komu til sama úrslitið, sum eldri kanningar hava víst, nevniliga at børn, sum skora høgt í nevrotisismu, klára seg verri í skúlanum enn onnur.

Eitt sindur øðrvísi háttur

Fyri at finna út av hesum brúktu Ystrøm og starvsfelagarnir dátur frá eini stórari norskari kanning, sum eitur MoBa (Den norske mor, far og barn-undersøkelsen). Henda kanningin er størsta heilsukanningin í heiminum við 114.000 børnum, 95.000 mammum og 75.000 pápum, ið tóku lut. Í neyvt hesari kanningini um persónligheitseyðkenni tóku 10.000 børn lut. Granskararnir hugdu at sambandinum millum skúlaavrik og persónligheitseyðkenni. Skúlaavrikini vóru í lesing, rokning og máli. Haraftrat hugdu teir at systkinaeffektini. Tað var fyri at útiloka onnur týðandi viðurskifti, so sum familju og uppvøkstur.

– Tað eru kanningar, sum áður hava víst, at persónligheit og hvussu tú klárar teg í skúlanum hongur saman. So hetta er ikki heilt nýtt, sigur Ystrøm. 

– Tað, sum er nýtt, er, at vit samanbera systkin, sum hava ymiska persónligheit.

Einstaka menniskjað

Á henda hátt kunnu granskararnir hyggja at persónligheitini leyst av uppvakstrarumhvørvinum.

– Tá ið vit hyggja at systkjum við ymiskari persónligheit, hvørvur ávirkanin, sum mamman og pápin kunnu hava á børnini, sigur Ystrøm. 

Hann og starvsfelagarnir tóku burtur alt tað, sum hevði við foreldrini at gera – hvar børnini búðu, hvørjum skúla tey gingu á, hvørja útbúgving foreldrini høvdu, hvussu fíggjarviðurskiftini hjá teimum vóru og so framvegis.

– Tað, sum vit síggja, er, at uppvakstrarumhvørvið einki hevur at siga fyri persónligheitina. Heldur tvørturímóti, so snýr hetta seg um einstaka menniskjað, sigur Ystrøm.

Í eini grein á forskning.no greiðir Ystrøm frá, hvussu ílegurnar hjá okkum í høvuðsheitum gera av, hvussu persónligheitin hjá okkum er, og at uppvøksturin tí hevur sera lítla ávirkan.

Ekstroversión lítið at siga fyri skúlaavrik

Taka vit tað stóra persónligheitseyðkennið, ekstroversión, til dømis, so spennir tað seg frá tí innfjara til tann útvenda. Teimum útvendu dámar at vera sosial, og tey fáa orku av at vera saman við øðrum, meðan tey, sum eru innfjar, verða tømd fyri orku at vera í somu støðu.

– Mann skuldi kanska hildið, at tey, sum eru útvend, fáa eitt betri samspæl við læraran og aðrar næmingar, og at tey taka betur ímóti undirvísing – nakað, sum aftur gevur góð úrslit í landsroyndum, sigur Ystrøm.

Men soleiðis er tað ikki. Tað, sum kom óvart á granskararnar, var, at júst hesi eyðkennini einki høvdu at gera við, um tú klárar teg væl ella illa í skúlanum. 

– Í okkara samfelag hugsa vit um tað at vera útvend sum nakað ógvuliga positivt, men her sær tað út til hvørki at geva tær betri ella verri møguleika at klára teg væl, sigur Ystrøm.

Opinleiki og reglubundni er best

Av teimum stóru persónligheitseyðkennunum høvdu opinleiki og reglubundni mest at siga fyri, hvussu væl tú kanst avrika í skúlanum. Opinleiki sigur nakað um, hvussu tú møtir nýggjum upplivingum. Tað sigur eisini nakað um gleðina av at spæla við tankar, hvussu opin tú ert fyri hugskotum og royndum, og hvussu evnini hjá tær eru at virðismeta estetikk, sum til dømis tónleik og mentan. 

– Tað at vera forvitin og áhugaður í nýggjari vitan hevur ógvuliga nógv at siga fyri, hvussu væl tú klárar teg í skúlanum, sier Ystrøm.

Reglubundni snýr seg um, hvussu ruddiligur, ordiligur, samvitskufullur og skipaður tú ert – og um fólk kunnu líta á teg. Fólk við høgum ambisjónum skora vanliga høgt í hesum. Tað er kanska ikki so løgið, at júst hetta eyðkennið gevur tær fyrimunir í skúlanum.

Snýr seg ikki um IQ

– Tað hevur týdning at gera greitt, at øll hesi viðurskiftini einki hava við intelligens at gera, sigur Ystrøm. 

Hetta snýr seg meiri um kenslur, hvat tú hevur gleði av, ella hvat tú roynir at sleppa undan, heldur enn, hvussu gløggur tú ert.

– Børn kunnu brúka nógvar síður av sær sjálvum fyri at klára seg væl í skúlanum, og tað eru nógv fleiri viðurskifti enn intelligensur, sum spæla inn, sigur hann.

Ystrøm heldur, at úrslitini frá kanningini siga nakað um, hvussu fleksibul vit eru, og hvussu væl børn duga at tillaga seg.

Hvat er tað við nevrotisismu?

So var tað hetta við nevrotisismu. Hví ger júst hetta persónligheitseyðkennið, at tú klárar teg verri í skúlanum – samanborið við onnur persónligheitseyðkenni?

– Nevrotisisma kann vera strævið eyðkenni at hava, sigur Jan Ketil Arnulf, professari í sálarfrøði við Handilsháskúlan BI. Hann hevur eins og Ystrøm eisini granskað í persónligheit.

– Nevrotisisma fer altíð at geva órógvandi tankar og kenslur, sum forða fyri møguleikunum at hugsavna seg, sigur hann.

Arnulf greiðir frá, at fólk við nevrotisismu gera nógv fyri at læra ymsar mekanismur, soleiðis at tey sleppa undan angist og at flýggja. Tað var gagnligt fyrr, tá ið fólk búðu í oyðuni og vóru fyri lívshættisligum hóttanum dagliga.

– Men júst hesar mekanismurnar koma børnum væl við í skúlanum í dag, sigur Arnulf.

Nevrotisima kann gera fólk kreativ

Tað er samanhangur millum kreativitet og nevrotisismu, og tað eru nógv dømi um listafólk, sum skora høgt í nevrotisismu.

– Tað eru nógv fólk, sum duga at orða seg væl og sum kunnu fáa list burtur úr angist og stúran síni. Men flest fólk eru ikki útgjørd við hesari kombinasjónini. Tey læra ikki av at hava gjørt okkurt skilaleyst, heldur øvut. Tað eru fá, sum hava nógva nevrotisismu, sum samstundis eru ógvuliga kreativ. Tað, sum í nógvum førum kann vera ein drívmegi, kann eisini eitt forbannilsi, sigur Arnulf. 

Hann heldur, at nevrotisisma er eitt tvíeggjað svørð. 

– Fólk, sum skora høgt í nevrotisismu, eru kensluliga ógvuliga viðkvom, tí heilin hevur lyndi til at raðfesta negativar kenslur. So tá tú verður bangin, vinnur tað á øðrum kenslum so sum gleði. Nevrotisisma hevur tí sum oftast órógvandi effekt, kann oyðileggja náttarsvøvnin, skapar stúranir og distrahera, sigur Arnulf.

Umráðandi at umhvørvið í skúlanum er gott

Arnulf hevur hugt at nýggju kanningini hjá Ystrøm. Hann heldur, at hon er ógvuliga áhugaverd og týdningarmikil, ikki minst kann hon siga nakað um týdningin av góðum læruumhvørvi.

– Ein av trupulleikunum við sálarfrøðiligari gransking er, at hon hevur lyndi til at individualisera lagnuna hjá fólki. Øll fólk eru viðkvom fyri larmi og órógvi í skúlastovuni. Tað kann vera ringt at vera í skúla, um tað er nógvur larmur, og fólk skelda. Og summi eru meiri plágað av hesum enn onnur, serliga um børn skora høgt í nevrotisismu, sigur hann.

Eitt gott læruumhvørvi er tí fortreytin fyri tí, sum Arnulf nevnir sálarfrøðiligur tryggleiki; tað snýr seg rætt og slætt um arbeiðsfrið.

– Hví skulu næmingarnir hava verri arbeiðsumhvørvi enn vaksin? spyr Arnulf.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.