Tíðindi

Pangea Føroyar stovnar áhugafelag

Pangea-støddfrøðikappingin er víðagitin kapping, sum verður hildin á hvørjum ári í 18 londum í Evropa.

10.11.2018

Talan er um eina stuttliga og avbjóðandi kapping fyri næmingar í 3. til 9. flokki, sum eisini gevur næmingum møguleika at knýta vinabond og fáa íblástur og stimbur frá líkasinnaðum javnaldrum. Umframt at snúgva seg um rokning, menna uppgávurnar eisini førleikan at hugsavna seg um og at loysa torgreiddar spurningar.

Pangea-støddfrøðikappingin hevur verið hildin 3 ferðir í Føroyum við støðugt vaksandi luttøku. Í fjør vóru 1.836 luttakarar úr øllum landinum við í innleiðandi kappingini. 10 næmingar frá hvørjum árgangi komu víðari til hálvfinaluna, sum varð hildin í Eysturskúlanum í Havn. Vinnararnir í hálvfinaluni, fimm næmingar frá hvørjum árgangi, dystaðust víðari í finaluni í Norðurlandahúsinum 28. apríl. Allir luttakararnir í finaluni fingu heiðursbræv, og vinnararnir fingu eina snøgga glasplátu til minnis um sigurin, umframt ymiskar aðrar vinningar.

Pangea-støddfrøðikappingin hevur til endamáls at vísa á, at støddfrøði kann væl vera stuttlig. Í tí sambandi er ein annar týðandi boðskapur: ”Ótti fyri støddfrøði er ógrundaður; øll kunnu eydnast.”

Við Pangea-støddfrøðikappingini er ætlanin at:
- samla allar luttakarar undir kappingini og harvið hugsavna teir um støddfrøði
- byggja sterkar brýr millum teir góðu og minni góðu næmingarnar í fólkaskúlanum í øllum landinum
- breiða gleðina um støddfrøði og tær náttúruvísindaligu lærugreinirnar
- stuðla og lætta um hjá lærarum í teirra starvi
- styrkja trúnna hjá næmingunum á egnan mátt
- hava sosial treff millum skúlar
- geva lærarum og foreldrum innlit í støddfrøðiførleikarnar hjá tí einstaka næminginum við tí fyri eyga, at geva næminginum bestu fortreytir fyri at menna nevndu førleikar áhaldandi

Fyriskipararnir vóna, at áhugað møta fjølment, so gott grundarlag og spennandi kjak fæst til stovnandi aðalfundin, sum verður í gamla Argja Skúla kl. 14:00 sunnudagin 18. november.

Meira kunning er at lesa á Facebook-bólkinum “Pangea Føroyar – Støddfrøði-kappingin” ella fæst við at skriva til pangea.foroyar@gmail.com.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.