Tíðindi

P-fak-skipanin endurskoðast

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Undirvísingar- og mentamáladeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sigur, at tað er umráðandi, at næmingarnir fáa høvi til at royna seg í øllum lærugreinunum, ið eru savnaðar undir heitinum handaverk og list.

28. august 2020

- Lærarar tykjast vera á einum máli um, at skipanin skal endurskoðast. Um næmingarnir skifta lærugrein sættu hvørja viku, er torført at fáa samanhangandi undirvísingargongdir. Eisini kunnu næmingarnir vera í ymiskum bólkum, sum ger tað torført at fylgja eini læriætlan. Í fleiri førum er skipanin ein forðing fyri, at lærarar kunnu arbeiða við djúphugsni og áhaldni, ið júst er ein eftirlýstur førleiki hjá fleiri í dag.

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Undirvísingar- og mentamáladeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sigur, at tað er umráðandi, at næmingarnir fáa høvi til at royna seg í øllum lærugreinunum, ið eru savnaðar undir heitinum handaverk og list. Tær eru sangur og tónleikur, tilevning, handarbeiði, smíð og heimkunnleiki.

- Fólkaskúlalógin ásetur, at fyrstu sjey skúlaárini skulu allir næmingarnir hava allar lærugreinarnar, og tí er umráðandi, at skúlin ger eitt heildaryvirlit, nær undirvíst verður í hvørjari lærugrein, so ein skipan verður ment, har næmingarnir fáa møguleika at hugsavna seg sum mest um fakið. Skúlarnir eiga eisini at umhugsa at leggja evnisdagar og evnisvikur í skipanina, sum gevur næmingunum høvi at nýta síni kreativu evni í dagligu undirvísingini, har musisku og kreativu evnini eru ein viðkomandi partur og eitt hent læriamboð, sigur Jenny.

- Tað er eisini ein spurningur, um vit ikki áttu at lagt øðrvísi til rættis, so at næmingarnir fyrstu fýra árini læra arbeiðshættir, fáa innlit í lærugreinina og møguleika at menna skaparnarevnini, og seinnu árini fáa møguleika at velja lærugrein eftir áhuga, heldur Jenny.

- Spurningurin er, hvussu vit á besta hátt gagnnýta bæði førleikan hjá læraranum og hølisviðurskiftini í handaligu lærugreinunum kring landið, sigur Katrin Bech, verkætlanarleiðari á Námi. Hon heldur, at í størru skúlunum eru hvørki læraraførleikarnir ella hølisviðurskifti størstu avbjóðingarnar, men á smærru skúlunum eru avbjóðingar bæði at fáa lærdar lærarar, og at undirvísingin er í hóskandi hølum.

Í Skúlablað nr 4, 2020, sum júst er komið, er drúgv grein við heitinum Varskó: Handaverk og list skal á breddan nú! Hon er um støðuna hjá handaverki og list í fólkaskúlanum. Í greinini, sum Birgir Kruse hevur skrivað, hava fleiri eitt boð uppá, hví støðan er sum hon er, og hvat kann verða gjørt, soleiðis at hon vendur. Katrin Bech, verkætlanarleiðari á Námi, hevur kannað og kortlagt lærugreinina og borið saman við støðuna í øðrum londum.

Les alla greinina í blaðnum.

Mynd: Ólavur Frederiksen


 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.