Tíðindi

Onkustaðni á leiðini í fólkaskúlanum er hugurin at læra horvin

Í stórari samrøðu í nýggja Skúlablaði hugleiðir Eyðun Gaard, nýggi stjórin á Námi, um dreingir, sum missa hugin at læra

8. januar 2018

Í meiri enn tíggju ár hevur Eyðun starvast í umhvørvinum kring miðnámsskúlan.

- Tá ið eg havi tosað við miðnámsskúlalærarar, serliga teir, ið arbeiða á teknisku skúlunum, gremja teir seg regluliga um, at nógvir næmingar, serliga dreingir, fáa ov lítið burturúr í fólkaskúlanum og eru fakliga illa fyri, sigur Eyðun.

- Ofta eru teir komnir í miðnámsskúla, tí mamman hevur sagt, at tað skulu teir. Onkustaðni á leiðini í fólkaskúlanum er hugurin at læra horvin. Vit mugu saman við skúlunum kring landið, leiðslum og lærarum og námsvísindinadeildini á Fróðskaparsetrinum finna út av, hvat ið hendir hjá hesum dreingjum í fólkaskúlanum, og hvat ið skal skal til fyri at halda motivatiónini hjá teimum uppi. Ella er hetta bara ein mýta, sum kanska bara skal avlívast? spyr Eyðun út í rúmið og kemur beinanvegin við einum ávegis svari, sum kanska ber eina ábending í sær sjálvum.

- Onkur vil kanska siga, at tað er skipanini, tað er galið við, onnur, at tað eru eingir pengar at arbeiða við, men eg ivist onga løtu í, at fólkaskúlin eisini má hyggja inneftir og finna út av, um undirvísingarførleikarnir hjá lærarunum eru nóg góðir, og um so er, hvat ið krevst fyri at gera teir betri. Ivaleyst er svarið samansett. Men tað snýr seg um at koma svarinum nærri og ikki at leggja seg í eina skotgrøv at skjóta hvør eftir øðrum. Tí málið eigur at vera, at dreingirnir, ið hava mist hugin at læra, verða hildnir til á sínum støði, soleiðis at hugurin kemur aftur. Tað er ikki vist, at tað skal vera í gymnasialu skipanini, at teir mennast. Men vit mugu ongantíð gloyma, at fert tú undir hægri lestur, ert tú noyddur at hava almennu lærugreinirnar á gymnasialum stigi. Tá er fakligi parturin avgerandi. Men mest avgerandi fortreytin er, at grundin er løgd, lagað og bygd í fólkaskúlanum. Eisini her hevur Nám eina ábyrgd og uppgávu og kann heilt vist gera tað nógv betri, og tað vil eg saman við starvsfólkunum styðja upp undir, sigur Eyðun Gaard.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2017

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.