Tíðindi

Okkum vantar arbeiðsmarknaðarlógir

Henda støðan kann ikki halda fram. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

12.03.2018

Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at okkum vantar lógir viðvíkjandi arbeiðsmarknaðinum, serliga um vit skulu kalla okkum eitt framkomið samfelag. Felagið hevur eitt nú víst á, at talið av tíðaravmarkaðum størvum í fólkaskúlanum er óneyðuga høgt. Í ávísan mun hevur Mentamálaráðið tikið hetta til eftirtektar. Skúlaárið 2016/17 sendi MMR skriv út við yvirliti yvir føst størv í fólkaskúlanum, sum vóru leys at søkja. Hetta var sambært MMR eftir, at ráðið hevði normerað føst størv so neyvt sum til bar. Lærarafelagið hevur síðan fingið at vita frá lærarum, sum í nógv ár hava verið í tíðaravmarkaðum starvi, at tey verandi skúlaár hava fingið fast starv. Men tað eru framvegis lærarar, sum ár um ár mugu søkja sama starv aftur og aftur.

Henda støðan kann ikki halda fram. Tað eru útvið tjúgu ár síðan, at evropeisku arbeiðsmarknaðarpartarnir (CEEP, UNICE og EFS) gjørdu eina rammuavtalu um at sleppa undan tíðaravmarkaðum setanum. Danir gjørdu í 2003 lóg um tíðaravmarkaðar setanir m.a. fyri at fyribyrgja mismuni á fólki og fyri at sleppa undan misnýtslu av fleiri fylgjandi tíðaravmarkaðum setanum. Allar hesar reglur verða gjørdar, tí fleiri fylgjandi tíðaravmarkað størv verða mett at vera brot á vanlig arbeiðs- og mannarættindi.

Eitt annað mál, sum felagið hevur víst á, er um sjúku í frítíð. Vanlig mannagongd er, at lærari, sum gerst óarbeiðsførur áðrenn summarfrítíðin byrjar, fær frítíðina endurbøtta. Men gerst lærari sjúkur í summarfrítíðini, so verður frítíðin ikki endurbøtt. Tó eru einstøk fakfeløg, sum hava áseting í sáttmálanum um, at til ber at søkja um at fáa frítíðina endurbøtta. Hesa áseting hevur Føroya Lærarafelag ikki, og tað hevur heldur ikki eydnast at fáa ásetingina inn í sáttmálan í samráðingum. Men tað er ikki nóg gott, at almenn rættindi vera játtað ella sýtt, alt eftir hvørjum fakfelag tú ert í. Í grannalondunum verður ikki gjørdur munur á, um starvsfólk gerst sjúkt áðrenn ella í summarfrítíðini.

7. mars í ár legði Sonja Jógvansdóttir uppskot fyri tingið um broyting í lógini um frítíð. Broytingaruppskotið er stutt og greitt, at í § 7 skal sum stk. 3 setast inn: ”Gerst løntakari sjúkur í frítíðini, telja dagarnir, sum viðkomandi er sjúkur, ikki sum frídagar.” So er einki ivamál, at øll hava rætt til frítíð og at gagnnýta frítíðina.

Tað verður sera áhugavert at fylgja við, hvussu viðgerðin av hesum máli verður. Kunnu vit vænta, at sitandi samgonga fer at vísa seg sum samgongan sum, í hvussu er sambært hugsjónum, stevnuskrá og politiskari fatan, er vinur arbeiðstakaranna. Ella er alt bara spæl fyri gallarínum?  

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.