Tíðindi


Okkum tørvar at fáa lyft fólkaskúlaøkið granskingarliga

Besti mátin at seta ferð á eitt nýtt ella veikt øki er at raðfesta tað við oyramerktum miðlum. Tað sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og fyrrverandi forkvinna í Heimi & skúla

8. november 2017

Í farnu viku kundu vit lesa, at danir hava játtað 30 mió kr til gransking í fólkaskúlanum; talan er eitt nú um 12 ph.d-verkætlanir. Endamálið er at bøta um undirvísingina í fólkaskúlanum og geva læraraútbúgvingini eitt fakligt lyft. Síðan 2011 er stuðul latin til ikki færri enn 83 ph.d-verkætlanir, ið fara at gagna fólkaskúlanum í Danmark.

Tað ber eisini føroyingum til at søkja um stuðul til ph.d-verkætlanir og til aðrar, styttri verkætlanir, ið taka støði í føroyska skúlanum, úr Granskingargrunninum og Fólkaskúlagrunninum.

- Einastu oyramerktu pengarnir til gransking í fólkaskúlanum í Føroyum eru í Fólkaskúlagrunninum. Hann er sera avmarkaður, hevur latið stuðul til færri enn 10 verkætlanir seinastu 15 árini, og upphæddirnar eru eisini sera avmarkaðar. Hinvegin so ber til at søkja Granskingargrunnin um pengar til gransking í fólkaskulanum, hetta er á jøvnum føti við allar aðrar umsøkjarar. Nakrar verkætlanir eru stuðlaðar við hampiligum upphæddum, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.

Hóast henda møguleikan at søkja um stuðul, so fær Granskingargrunnurin ikki nógvar umsóknir.
- Tað koma hendinga umsóknir til Granskingarráðið, sum eru viðkomandi fyri fólkaskúlan. Okkurt árið 1-2, ikki allar verða játtaðar, onnur ár er eingin. Hetta kann skyldast fleiri viðurskifti. Eitt er, at vit ikki hava so nógva gransking á økinum, tí er gáttin at fara í gongd helst nokk so høg. Eitt annað er, at tað er møtimikið at skriva umsóknir. Ert tú so heppin, at umsóknin hjá tær fær stuðul, so skal restupphæddin, finnast aðrastaðni, og hetta kann vera sera trupult. Tí kunnu fleiri aftra seg at brúka tíð til hetta, sum annars hevði verið brúkt til undirvísing ella annað arbeiði.

Annika Sølvará hevur verið virkin í skúlastýrisarbeiði í nógv ár; umframt hevur hon verið forkvinna í Heimi & skúla og sitið í nevndini í fólkaskúlaráðnum. Gransking á fólkaskúlaøkinum í Føroyum er týdningarmikil og neyðug, heldur hon, men hon kemur ikki av sær sjálvari.

- Besti mátin at seta ferð á eitt nýtt ella veikt øki er at raðfesta tað við oyramerktum miðlum. Tað er týdningarmikið at halda politiska armslongd, samstundis sum tað verður stungið rættiliga ítøkiliga út í kortið. Tað kann gerast við at oyramerkja játtan til heilt ávís endamál, eitt nú til til at kanna praksis á ávísum øki, til at kanna førleikar ella annað, uttan at fara niður í tann fakliga partin. Um tað varð sett játtan av til 1-2 ph.d.-verkætlanir um árið, so eru eftir 3 árum fleiri ph.d.-lesandi í gongd fulla tíð í 3 ár við ymsum evnum í føroyska fólkaskúlanum. Haraftrat kundi stuðul verið tøkur til smærri og styttri verkætlanir, sum lærarar kundu gjørt parttíð við síðuna av sínum starvi ella sum part av sínum dagliga starvi. Tað er betri at strekkja tað eitt sindur yvir nøkur ár, so at til ber at finna skikkaðar umsøkjarar. Tað átti at verið latin fullur stuðul til allar verkætlanirnar, so tað ikki er neyðugt at brúka orku uppá at finna fígging frá øðrum. Her er danska skipanin við ph.d.-ráðnum, sum letur stuðul árliga, ein góð fyrimynd.

Sí yvirlit yvir ph-d-verkætlanir, ið eru í gongd, og sum fara í gongd, ið Granskingargrunnurin og Sjúkrakassagrunnurin hava stuðlað: http://ark.axeltra.com/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.