Tíðindi

Okkum tørvar vitanardeiling og samstarv á kt-økinum

- Ert tú ikki í kt-brillunum, mást tú læra teg at hugsa nýtt. Og her er vitanardeiling ein týdningarmikil partur, sigur Tóri Slættalíð, kt-ráðgevi á Námi

21.04.2021

Aðrastaðni eru serligir pallar til læring og vitanardeiling, har lærarar kunnu heinta íblástur og kunning til at gera kt til ein natúrligan part av undirvísingini. Við tíðini eru alt fleiri lærarar vorðnir dugnaligir til at nýta kt í undirvísingini, summir við útbúgving, aðrir av áhuga, men enn vantar í fyri at koma á mál.

- Tað er órealistiskt at vænta, at allir lærarar skulu førleikamenna seg við at taka eina heila útbúgving afturat, men eg hevði viljað, at lærarar á annan hátt kundu ment sínar kt-førleikar. Vit sleppa ikki undan at hugsa um kt í undirvísingini, og seinasta árið hevur korona hjálpt til og í nógvum førum tvingað lærarar og skúlar til at hugsa kreativt við kt-loysnum. Tað hevur havt tað jaliga við sær, at óttin fyri at fara í holt við kt í undirvísingini ikki er tann sami, og fleiri lærarar eru meir opnir fyri tí.

1. desembur í fjør skipaði Nám fyri visjónsseminari á Hotel Føroyum um kt-didaktikk. Grundarlagið undir átakinum var, at innan skúlaverkið er stórur tørvur á einum felags leisti fyri kt-didaktikk í undirvísingini. Ein teirra, ið legði fram, var Tóri Slættalíð, kt-ráðgevi á Námi. Hann sigur, at kt-didaktikkur er ein tankagongd.

- Tað er ein máti at síggja tøknina í einum undirvísingarsamanhangi. Ert tú ikki í kt-brillunum, mást tú læra teg at hugsa nýtt. Og her er vitanardeiling ein týdningarmikil partur.

Átøk, sum eru í gongd á kt-økinum:

Skúlanetið kann kanska best lýsast sum ein kt-felagsskapur fyri alt skúlaverkið.
Úr skrivinum um heildarætlanina stendur soleiðis: ”Stovnaður verður ein kt-felagsskapur fyri fólkaskúla, miðnám og hægri lærustovnar, ”Skúlanet”, svarandi til tað, Landsnet er fyri teir almennu stovnarnar.

Skúlanet er eitt vælvirkandi og trygt kt-kervi, sum fevnir um eitt fullfíggjað og trygt undirstøðukervi við støðugari atgongd til internetið, við telduarbeiðsplássum og við kt-útgerð, so sum printarum og samvirknum talvum. Undirstøðukervið verður ment og hildið við líka av einari kt-rakstrarorganisatión, ið er skipað sum eitt samstarv millum tann einstaka skúlan, kommunurnar, Undirvísingarstýrið/Nám og KT Landsins.”

LFS er ein felags-umsitingarlig skipan, har næmingar og lærarar verða skrásettir. Eisini verða upplýsingar um næmingin, t.d. frávera, próvtøl, hagtøl o.a., skrásettar í skipanini. Skipanin verður ment saman við føroyskum kt-fyritøkum grundað á føroyskar royndir.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.