Tíðindi

Nýtt tilfar at fyribyrgja happing

Mentamálaráðið stuðlar Betri vinir.

20.03.2018

- Eg eri sera fegin um, at fleiri varðar verða lagdir á leiðini at fyribyrgja happing, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Og eg fegnist almikið um, at Mentamálaráðið hevur kunnað stuðlað verkætlanini. Tað er av alstórum týdningi, at arbeiðið at fyribyrgja happing byrjar so tíðliga sum møguligt. Tí er tilfarið Betri vinir, sum Barnabati gevur út, í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet, sera kærkomið.

Tilfarið, sum er umsett og tillagað føroysk viðurskifti, er ætlað 3–6 ára gomlum børnum, fakfólki og avvarðandi. Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing. Eisini fylgir eitt vegleiðaraskeið við, har fakfólk leiðbeinir.

Betri vinir er grundað á nýggju fatanina av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Hetta er eisini í samsvari við ta fatan, sum tey átøk innan fólkaskúlan at fyribyrgja og basa happing, byggja á. Komandi skúlaár verður nýggj kanning gjørd millum føroyskar fólkaskúlanæmingar, og vónandi verður nýtt tilfar eisini til taks innan fólkaskúlan í næstum.

Kunning um tilfarið er á heimasíðuni hjá Barnabata: http://www.barnabati.fo/betrivinir. Mentamálaráðið hevur stuðlað verkætlanini við knappari hálvari millión.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.