Tíðindi

Nýggja tøknin gagnar øllum næmingum

Skjótt fara vit við talukennaranum á føroyskum at fáa møguleika at tosa tað, sum vit ætla at skriva, inn og fáa tað út aftur sum skrivaðan tekst. Hetta verður eitt frálíkt amboð hjá nógvum. Men aftur her skulu vit minnast til, at tøknin ikki ger alt arbeiðið fyri okkum, og at vit tí framhaldandi mugu hava hegni til at fara afturumaftur og vita, um nakað skil er tí, sum kemur út. Tað sigur Stig Elttør, skúlastjóri við Áir.

02.11.2023

Um vit leggja merki til, hvørji amboð gagna næmingum, sum hava avbjóðingar við læring, so gagna hesi flestøllum. Amboð sum Intowords, CD-orð og rættstavari eru ógvuliga góð amboð, um næmingarnir hava førleika at brúka tey rætt. Øll hava kanska ikki sama tørv, men møguleikin er har. Eisini er Sprotin eitt fantastiskt amboð, har allar orðabøkurnar við bendingarsniði og øðrum góðum liggja ókeypis og tøkar til øll. Alt krevur tó førleikar, sum skulu mennast.

- Flestu børn og ung í dag duga, siga vit, at brúka telefon, teldil og teldu, men onkuntíð havi eg hug at halda, at tey liva í eini sovorðnari touch-mentan, sum krevur lítið og einki innlit og lítla og onga orku. So tá ið næmingarnir skulu brúka til dømis telduna til nakað læruríkt og munagott í skúlahøpi, so knípir við grundleggjandi førleikum. Bara tað at skriva ein stíl, eina uppgávu ella notat við 10-fingraskipanini, sum vit fyrr kallaðu blindskrift, er í dag ein avbjóðing hjá flestu næmingum.

Meðan Stig Elttør hugleiðir um stóra og samansetta kt-økið, ið hann kennir sum lærari, kt-vørður og nú sum skúlastjóri, so fær hann hug at nevna nýggju tøknina, sum skjótt verður veruleiki, og sum, aftrat verandi avbjóðingum, fer at krevja uppaftur meira av lærarum og næmingum.

- Skjótt fara vit við talukennaranum á føroyskum at fáa møguleika at tosa tað, sum vit ætla at skriva, inn og fáa tað út aftur sum skrivaðan tekst. Hetta verður eitt frálíkt amboð hjá nógvum. Men aftur her skulu vit minnast til, at tøknin ikki ger alt arbeiðið fyri okkum, og at vit tí framhaldandi mugu hava hegni til at fara afturumaftur og vita, um nakað skil er tí, sum kemur út.

- Eisini er vitlíki, ella artificial intelligence, longu partur av fólkaskúlanum. Stóri spurningurin er, hvussu fólkaskúlin á hesum økinum fótar sær við at gera munagóðar vegleiðingar og menna førleikar at geva holla ráðgeving.

- Vert er at minnast til, at næmingar, sum ikki fáa rætta vegleiðing ella hjálp, skjótt kunnu sita púra einsamallir úti á ovurstóra netinum og brúka tíð til onga heimsins nyttu heldur enn at læra okkurt munagott. Tá er torført hjá lærarum at savna næmingarnar um læring, og vandi er fyri, at kt saman við talgilda heiminum gerst meira eitt haft um beinið enn eitt dygdargott amboð, sum mennir læringina, heldur Stig Elttør.

Uttan mun til, um talan er um Google, Microsoft ella aðrar talgildar pallar í skúlahøpi, so eru bæði fyrimunir og vansar við øllum, heldur Stig Elttør, og tí hevur tað stóran týdning, at vit alsamt spyrja og eisini svara, hvat vit vilja við kt í fólkaskúlanum, hvat hóskar seg best til skúlabrúks, og hvat kann gera skúladagin bæði hjá lærarum og næmingum skynsamari, tá ið hugsað verður um læring.

- Hetta má alt vera við í heildarmyndini, tá ið tosað verður um kt og fólkaskúla. Tað fara altíð at vera røddir fyri og ímóti, og broytingarnar eru so ómetaliga stórar, og tað gongur enntá ofta ov skjótt, og torført er at fylgja við.

Brot úr størri grein, sum stendur í Skúlablað nr 5, 2023, sum nýliga er komið. Tóra við Keldu hevur skrivað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.