Tíðindi

Nýggj kanning um happing løgd fram í dag

Seinnapartin í dag verður spildurnýggj kanning um happing í fólkaskúlanum løgd fram

27.05.2019

Kanningin er gjørd í 5., 7. og 9. flokki í november 2018.

Hetta er triðja kanningin av sínum slag, sum er gjørd síðan 2007. Endamálið er at fáa til vega dagførda vitan um happing í fólkaskúlanum og at kanna, um tiltøkini hesi síðstu árini at minka um happing og økja trivnaðin í fólkaskúlanum hava munað. Hesa ferð er eisini spurt um happing á internetinum.

Kanningin er talgild spurnakanning, sum 2020 næmingar í stórum og smáum skúlum kring alt landið hava svarað, og hon byggir á kvantitativa háttalagið. Kanningin fór fram í flokshølunum úti í skúlunum, og álitisfólk skúlans vóru hjástødd, meðan svarað var. Fakliga grundarlagið byggir á støði og kjak um evnið í Føroyum og okkara grannalondum seinnu árini. Kanningin lýsir fyribrigdið happing við støði í endurskoðaðu fatanini av happing hjá tvørfakliga granskingartoyminum xBus. Henda fatanin var løgd fram í føroyskum skúlahøpi í 2015, og tey tiltøk, sum er skipað síðan, byggja á hesa hugsan.

Kanningin í 2015 vísti, at 13 prosent av spurdu næmingunum eru fyri happing, samanborið við 15 prosent í 2007.

Tað var undanfarna landsstýriskvinnan í skúlamálum, Rigmor Dam, sum á vári í fjør tók stig til nýggja kanning av happing. Tað er Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur gjørt kanningina fyri Mentamálaráið. Erla Olsen, Katrin av Kák og Olga Biskopstø hava staðið fyri arbeiðinum. Arbeiðið hevur verið skipað við einum fylgibólki at tryggja, at tað lidna arbeiðið verður viðkomandi fyri ætlaðu áhugabólkarnar. Í fylgibólkinum hava hesi verið: Frida Poulsen, fulltrúi og samskipari, Mentamálaráðið; Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, Mentamálaráðið; Magnus Tausen, fulltrúi, Undirvísingarstýrið; Jóngerð Nielsen, forkvinna, Heim og skúli; Eyðun Christiansen, stjóri, Kommunufelagið; Katrin Ellingsgaard, Mentamálanevndin, Tórshavnar kommuna; Eyðun Gaard, stjóri, Nám; Margreth Olsen, stjóri, Sernám; Lissi Hansen, forkvinna í AKT-felagnum; Tom Joensen, formaður, Skúlaleiðarafelagið; Herálvur Jacobsen, fyrrverandi formaður Føroya Lærarafelags, og Jacob Eli S. Olsen, núverandi formaður Føroya Lærarafelags.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.