Tíðindi

Nýggir skúlastjórar hava brúk fyri nógvari vegleiðing

Tað er stórur tørvur á góðari og nógvari vegleiðing, tá ið tú tekur við einum skúlastjórastarvi. Tað sigur Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

04.03.2024

Tey, sum taka við skúlastjórastarvi nú á døgum, skulu umframt fólkaskúlaprógv og starvsroyndir í fólkaskúlanum eisini hava leiðsluroyndir, og tað er ein fyrimunur at hava skeið ella útbúgving í leiðslu. Tey skulu eisini duga at loysa truplar støður og taka neyðugar avgerðir og hava ein vilja og evni at menna skúlan til framtíðar tørv og krøv. Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum, heldur ikki, at tey, sum taka við skúlastjórastarvi, fáa nóg góða vegleiðing, áðrenn tey seta seg í stjórasessin.

- Hóast tú hevur leiðsluroyndir, dugir tú ikki alt, tá ið tú stígur inn í skúlan fyrstu ferð; eingin lærir alt beinanvegin.

Skúlaleiðarafelagið hevur skotið upp fyri myndugleikunum, at skúlastjórar fáa 40 tímar at ráða yvir. Hesir 40 tímarnir kunnu brúkast til at keypa ta hjálp, viðkomandi hevur brúk fyri. Hetta ynskið er lagt fram í sambandi við sáttmálasamráðingarnar.

- Eins og nýklaktir lærarar hava akkerslærara, tá ið teir byrja í lærarastarvinum, so eiga skúlastjórar hava onkra skipan, sum veitir teimum neyðugan stuðul. Hóast tú hevur leiðsluroyndir, eisini í fólkaskúlanum, so kanst tú hava tørv á onkrum ávísum í nýggja starvinum. Mentanin, skipanirnar og annað kunnu vera øðrvísi í nýggja skúlanum samanborið við tað, tú kennir til. Hvat fyri hjálp skúlastjóranum tørvar kann vera ymisk frá stjóra til stjóra, so henda hjálpin eigur ikki at vera fastlæst frammanundan. Harumframt eigur samstarvið millum Undirvísingarstýrið og nýggjar skúlastjórar at vera tætt, og uppleggið eigur at vera, at skúlastjórin skal kunna biðja um hjálp javnan.

Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum heldur, at tað kundi verið ein skipan, har Undirvísingarstýrið bjóðar skeið út við jøvnum millumbili. Í einum tíðarskeiði upp á nakrar mánaðir eru tað kanska einir fimm-sjey skúlastjórar, sum kundu fingið ágóðan av einum skeiði, sum hevði til endamáls at geva nýggju skúlastjórunum innlit í til dømis virksemisætlanir, at leggja tímatalvu, supervisjón, samstarv millum heim og skúla umframt annað.

- Slík skeið høvdu verið sera kærkomin.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.