Tíðindi

Nógvir nýklaktir lærarar fingið starv

Í juni numu 26 lærarar prógv á Námsvísindadeildini, 21 kvinnur og 5 menn. Av teimum 26 hava 23 søkt starv, og 18 teirra hava fingið lærarastarv ella arbeiða parttíð sum lærari; tvey teirra tó bara í nakrar mánaðir.

09.09.2019

Tilgongdin hjá teimum nýútbúnu lærarunum, sum fingu prógv í summar, at fáa lærarastarv hevur verið nøkulunda sum í fjør. Tey flestu søkja starv, og í nógvum førum eydnast tað teimum at fáa starv ella í øllum førum parttíðar starv; í fýra førum er talan um starv, sum hevur færri enn 20 tímar um vikuna; restin hevur fingið tímatalvu við 20 og fleiri tímum, og onkur undirvísir 29 tímar um vikuna. Hjá teimum flestu er talan um avloysarastarv ella farloyvisstarv, tað vil siga tíðaravmarkað, í tveimum førum er talan um starv bara í nakrar mánaðir, og í nøkrum fáum førum hava tey nýútbúnu fingið fast starv.

Orsøkirnar kunnu vera nógvar til, at nýklaktir lærarar ikki søkja starv; í tveimum av førunum í ár er orsøkin, at lærararnir eru í barnsburðarfarloyvi.

Flestu av nýklaktu lærarunum hava sent nógvar umsóknir, onkur ikki færri enn 15, og nógv hava eisini søkt víða, langt frá bústaðnum. Hóast nógvar umsóknir, so siga fleiri lærarar, at teir bara í fáum førum verða bodnir til fleiri samrøður. Fleiri lærarar, sum hava fingið starv, vísa á, at tað at teir hava verið í starvsvenjing ella arbeitt sum vikarur í skúlanum, sum teir hava søkt starv, hevur hjálpt væl um møguleikarnar at fáa starv.

Í fýra førum eru lærararnir flokslærarar. Nógv sleppa at undirvísa í øllum førum í einari linjulærugrein, onkur er so heppin at sleppa at undirvísa í tveimum og trimum vallærugreinum, og tey flestu hava akkerslærara. Nøkur teirra, sum ikki hava fingið akkerslærara, siga, at starvsfelagarnir eru beinasamir at hjálpa við øllum spurningum.

Í fjør fingu 28 lærarar prógv; 23 søktu lærarastarv, og hjá 17 teirra hevði tað eydnast at fáa starv, tá ið komið var út í september. Sekstan teirra fingu tíðaravmarkað starv, ein fast starv í miðnámsskúla, og 4 fingu vikartímar; hjá onkrum teirra, ið hevði vikartímar, svaraði tað til meiri enn hálvt starv.

Tey, sum nema sær læraraútbúgving uttanlands, eru ikki íroknað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.